Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, og føroyska verjan stóð væl. Men so fingu føroysku skjúttarnir trupulleikar av Martin Galia. Næstan líkamikið hvar skotið var frá, var 42-ára gamli málverjin fyri og hann hevði millum annað nakrar stórbjargingar.
Samanlagt bjargaði Galia tíggju skot í 1. hálvleiki, og leingi stóð hann við yvir 50 prosentum (hevði fleiri bjargingar enn mál komu ímóti). Tað byrjaði at minna eitt sindur um dystin í Kekkia í síðsta mánaða, har Thomas Mrvka var ein marra hjá føroysku skjúttunum. Men ímóti endanum av fyrra hálvleiki skoraðu Føroyar trý mál á rað, so at munurin fór var eitt mál, heldur enn fýra í stegðinum.
Royndi Martin Galia var torførur at hava við at gera hjá føroysku skjúttunum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað royndist betri hjá nýggja liðformanninum, sum er darvaður av skaða í fótinum, eftir stegðin (Mynd: Sverri Egholm)
Elias á Skipagøtu var við í meira enn helmingin av málunum í fyrra hálvleiki (skoraði ella legði upp til seks mál), Filip Jojic var tryggur uppá øll síni trý brotskøst, og Peter Krogh kom inn og fekk tvey góð mál. Hinvegin kom Jónas G. Djurhuus ikki heilt í gongd, tá hann kom á vøllin, Kjartan Johansen var bert á vøllinum í tíggju minuttir - orskaða av fótinum - og fekk einki burturúr, Hákun West av Teigum fekk onga skotroynd, og Sjúrður Olsen, sum annars skoraði trý góð mál, brendi tveir opnar møguleikar av hinum vonginum.
Í 2. hálvleiki komu Viking Stavanger-bakspælarnir av álvara í gongd, og saman við Eliasi fingu Jónas og Kjartan av álvara føroyska spælið í gongd. Pætur fekk enn eitt mál av strikuni, Sjúrður var tryggur úr nakað spúskum vinki, tá hann skuldi, Filip skoraði enn eitt brotsskast, Hákun fekk tveir góðar bóltar útfrá Elias og var tryggur - vongurin fann einaferð fyrrverandi Skanderborg-liðfelagan til ein frálíkan flúgvara - og Teis Horn Rasmussen gjørdi vart við seg við trimum málunum. Eitt av málinum hjá Teis kom, tá hann fangaði leysa bóltin eftir eina stórbjarging hjá Tórða Guttesen og kastaði bóltin í eitt tómt mál.
Myndir: Føroyar - Kekkia
Føroyingar spældu skjótari i 2. hálvleiki, og hetta ørkymlaði tungu kekkisku verjuna. Sum oftast spældu okkara seg til rímiliga frí skot, og skotini vóru í høvuðsheitinum trygg. Tó so, hevði Galia nakrar góðar bjargingar eftir steðgin. Í hinum endanum høvdu kekkar heldur ikki stórvegis trupulleikar at skjóta mál, hóast føroyska verjan í fleiri álopinum stóð væl. Dygdin hjá serliga Matej Klima, ið skoraði seks mál eftir steðgin, hjá Jakub Hrstka, og innspælinum til strikuna, gjørdu tað trupult hjá Føroyum, og Tórður Guttesen og Nicholas Satchwell fingu ikki fatur.
Ímóti endanum eydnaðist tað tó. Hetta var eftir, at tað hevði verið stegður í eina góða løtu, tí klokkan ikki riggaði heilt, sum hon skuldi, í samband við at ein útvísing hjá Galia skuldi koma uppá. Royndi málverjin hevði í samband við eitt time-out víst sína ónøgd við, at tað ikki varð dømt brotskast stutt frammanundan, og føroysku dómararnir góvu honum eina útvísing. Av tí at ein av litavisku dómarunum, ið kom til landið í gjár, fekk staðfest koronu, heitti evropeiska hondbóltssamgongan á Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimsvík um at stýra EM-undankappingardystinum, soleiðis at dysturin skuldi spælast. Kekkar vildu ikki hava uppgerðina úrsetta fyri triðju ferð, og teir góðtóku at føroyingar dømdu. Jógvan og Bárður komu eisini væl frá uppgávuni.
Bárður Brimsvík og Jógvan Skeel Nolsøe dømdu í kvøld altjóða dyst á fyrsta sinni - landsmenn stóðu á aðrari síðuni (Mynd: Sverri Egholm)
Dysturin endaði við, at dómaraparið dømdi álopsfeil móti kekkiska liðformanninum, Roman Becvar, tá hann royndi at troðka seg ímillum Brand Halgirsson og Elias á Skipagøtu. Júst Brandur hevði spælt ein týðandi leiklut í kontraspælinum hjá Føroyum - hoyvíkingurin fór ofta fram við bóltinum í fyrstu bylgju, og verjuserfrøðingurin legði upp til fýra mál við góðum fríspælingum. Føroyar løgdu seg á odda, tá átta minuttir vóru eftir, og tað kókaði veruliga í høllini hesa løtuna - eins og tað gjørdi, tá Tórður hevði tvær stórbjargingar, tá kekkar misnýtti brotskast, tá Elias smekkaði bóltin upp í málhornið til +2. Eftir at Rói Berg Hansen, ið sat á bonkinum allan dystin, hevði heitt á áskoðarnar um at hjálpa seinastu løtuna, og lurtað var eftir vongleikaranum.
Undir einum time-outi, tá eitt korter var eftir, tók Rói Berg Hansen "eina rundu" í høllini, og hann fekk av álvara áskoðarnar í gongd...umframt eitt gult kort (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Elias: Vit eru kaldari hesaferð
Brandur: Kempi stig rættan vegin
Føroyar høvdu møguleika at leggja seg á odda 28-26, tá beint undir ein minuttur var eftir. Men heimaliðið fekk ikki skot á, og dómararnir dømdu fyri nøl. Kekkar fóru avstað, men verjan var væl fyri, og so tók Becvar møguleikan, tá nøkur sekund vóru eftir. Tað eydnaðist ikki, kekkar vóru í øðina inn á dómaraparið, men so at siga øll hini í høllini kundu stórfegnast.
Hetta var fyrsti EM-undankappingarsigur hjá einum føroyskum manslandsliðið, og hann kom í hús, eftir at leikararnir vísti ógvuliga sterkan vilja og mentalitet, umframt hondbótlsdygdir á høgum stigi. Kekkia hevur verið til nógv endaspøl seinastu árini, og endaði á 6. plássi í EM í 2018, so talan var um sterka mótsstøðu - í Kekkia í seinasta mánaða var munurin átta mál. Tað hevur verið nær við fleiri ferðir, og nú eydnaðist tað hjá liðnum hjá Sonna Larsen frammanfyri føroysku ásoðarafjøldini. Spælt verður aftur í Høllini á Hálsi sunnukvøldið. Tað er seinasti dystur hjá Sonna sum landsliðsvenjari og seinasti dysturin í hesari undankappingini.
Sonni: Hetta hevur verið ávegis í nógv ár
Mynd: Sverri Egholm
Tøl um dystin:
Undankapping til EM-endaspælið 2022
30.04, Høllin á Hálsi
Føroyar - Kekkia 27-26 (11-12)
Dystargongdin
5. min: 2-1
10. min: 3-3
15. min: 4-6
20. min: 6-9
25. min: 8-10
35. min: 13-15
40. min: 16-17
45. min: 19-21
50. min: 23-23
55. min: 25-24
Málskjúttar hjá Føroyum
Sjúrður Olsen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Filip Jojic 4 (4)
Kjartan Johansen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Peter Krogh 2
Pætur Mikkjalson 2
Hákun West av Teigum 2
Jónas Gunnarson Djurhuus 1
Bjargingar:
Tórður Skorheim Guttesen 3
Nicholas Satchwell 2
Flest upplegg: Elias á Skipagøtu (8)
Útvísingar: Brandur Halgirsson 1, Peter Krogh 1
Rógvi Dal-Christiansen var eisini á vøllinum
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
Russland 8 stig
Kekkia 5 stig
Ukraina 5 stig
Føroyar 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald