
Ikki so nógvar tímar eftir stórdystin við Tjarnir, har Føroyar fingu eitt virðismikið stig og eina stóra uppliving móti Niðurlondum, vitjaðu spælarnar ein skúla.
Hetta er fastur partur av skránni, tá A-landsliðini eru saman.
Sí eisini: Isak Vedelsbøl: - Tað var heldur trupult at sovna í nátt
Seint fyrrapartin varð vitjað í Eysturskúlanum í Havn. Nøkur orð vórðu søgd, ein sangur sungin, og síðani skuldu nógvir autografar skuldu skrivast á pappírir, armar og troyggir.
Summir skrivaðu skjótari enn aðrir. Landsliðið sat útyvir ásettu tíðina, so allit næmingar fingu sítt.
Aftaná var løtt venjing á Hálsi - í morgin gongur leiðin til Niðurlond.
-
-
-
(Mynd: HSF)
-
(Mynd: HSF)
-
(Mynd: HSF)
-
(Mynd: Agnar Prestá)
-
(Mynd: Agnar Prestá)
-
(Mynd: Agnar Prestá)
-
(Mynd: Agnar Prestá)
-
(Mynd: Agnar Prestá)
-
(Mynd: Agnar Prestá)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald