
Eftir eitt hádramatiskt kvøld í Hoyvíkshaganum í gjár, er nú ein ikki heilt vanligur hósdagur fyri framman hjá føroysku landsliðsspælarunum.
Sí eisini: Skúlavitjan og venjing fyri summar
Eftir nakað av svøvni er tað fyrsta á skránni í dag ein skúlavitjan. A-landsliðni hava so at siga altíð minst eina slíka, tá tey eru saman, og í dag er tað í Eysturskúlanum í høvuðsstaðnum, at næmingarnir sleppa at heilsa uppá hondbóltshetjur sínar.
Hetta er frá 10.30 og umleið ein tíma fram. Harfrá fara spælaranir beinleiðis niðan í Høllina á Hálsi, har tikið verður saman um dystin í gjár, umframt at hondbóltsvenjing fyri fleiri. Teir sum spældu nógv skulu helst ikki gera so nógv - fleiri plaga at súkkla og møguliga styrkivenja nakað.
Føroyska liðið hevur síðani ikki nakað á sjálvari skránni restina av degnum - spælararnir kunnu taka sær nakað av løttum saman við familju og vinfólki.
Seinnapartin í morgin, fríggjadagin, gongur leiðin til Niðurlond. Seinni dysturin millum liðini verður spældur sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð.
Portalurin verður eisini við á ferðini til Amsterdam-økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald