![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Amerikanskur fótbóltur er av álvara ein intervalítróttargrein. Dystartíðin er áleið tríggjar tímar, sjálvt spælitíðin er ein tími, og "effektiva spælitíðin" er væl undir tí. Nógvir styttri steðgir eru, og harvið er nógv tíð til lýsingar í USA.
Av tí at hetta sum heild er størsta ítróttahending á árinum í USA, og tí at hyggjaratølini í sjálvum landinum vanliga liggja nakað yvir 100 milliónir, eru lýsingaplássini ógvuliga virðismikil.
Í ár er tað FOX, sum hevur rættindini at vísa dystirnar. Har verður mest vinnandi spælarin í NFL-søguni, Tom Brady, viðmerkjari undir dystinum. Hansara 10-ára sáttmáli við rásina er verdur yvir tvær millardir (375 milliónir dollarar).
Tom Brady sum 43-ára gamal Super Bowl-vinnari í 2021. Hetta var hansara seinasta heiti, og vann quarterbakkurin tað við Tampa Bay. Hinir seks ringarnir komu í hús við New England Patriots (Mynd: EPA)
FOX fær eisini nógv burtur at hava Super Bowl nummar 59 í røðini. Amerikanskir miðlar skriva, at summi av lýsingaplássunum eru seld til fyritøkur fyri sjey milliónir dollarar - beint omanfyri 50 milliónir krónur.
Hetta er væl at merkja bert fyri 30 sekund.
Summi, ið hava bílagt seint, hava tó rindað uppaftur meira fyri ein hálvan minutt. Talan er um umleið 8 milliónir dollarar, sum svarar til 57 milliónir krónur. Tað vil siga, at nakrar stórar fyritøkur brúka umleið 60 milliónir av sínum fíggjarliga rásarúmi til at verða víst nakrar ferðir undir Super Bowl-sendingini á FOX.
"Alt er størri í Amerika", verður onkutíð tikið til, og tað er ikki lítið, sum verður gjørt burturúr. Í gjár vóru "NFL Honors" í New Orleans, sum er vertsbýur. Har fingu bestu spælarar og venjarar í kappingarárinum heiðrar. Josh Allen varð valdur sum mest virðismikli spælari (MVP). Buffalo Bills quarterbakkurin leiddi sítt lið langt men tapti tepurt fyri varandi meistarunum Kansas City Chiefs í "hálvfinaluni" Allen varð valdur frammum Lamar Jackson og Saquon Barkley.
Síðstnevndi er stóra stjørnan hjá Philadelphia Eagles, sum skal royna at løna Chiefs finaluósigurin frá 2023 aftur og taka heitið frá Patrick Mahomes og hinum. Hetta verður seint sunnukvøldið og mánanáttina í Superdome. Millum hálvleikirnar í stóra dystinum framførir heimsstjørnan Kendrick Lamar við øðrum.
Meira um Super Bowl um vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald