Fótbóltur

Skulu aftur royna at koppa Lettlandi

Tað eydnaðist í Riga í 2016, men árið eftir endaði tað við málleysum javnleiki á Tórsvølli, og londini spældu eisini javnleik í venjingardysti í 2018. Føroyar eru ein lítil favorittur móti helst størsta kappingarneytanum í bólkinum.

Sonni Ragnar Nattestad, her í dystinum í Danmark mikukvøldið, legði Føroyar á odda, tá londini fyri fyrstu ferð spældu ímóti hvørjum øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

Sonni Ragnar Nattestad, her í dystinum í Danmark mikukvøldið, legði Føroyar á odda, tá londini fyri fyrstu ferð spældu ímóti hvørjum øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-09 13:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava ofta spælt ímóti Estlandi og Lettlandi, og tað er eydnast at vinna á báðum á Svangaskarði, ávíkavist í 2011 og 2009, umframt í venjingardyst móti Estlandi í 1997.

Tað gekk rúm tíð, áðrenn vit spældu ímóti triðja baltiska landinum. Føroyar og Lettland vóru í bólki saman í undankappingini til HM 2018, og í øðrum dystinum í tí undankappingini vunnu Føroyar 2-0 í Riga við málum frá Sonna Ragnar Nattestad og Jóan Símuni Edmundsson.

Hetta var ein staðfesting av, at Føroyar, undir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen og við einari góðari stammu, høvdu flutt seg, og at Lettland var væl frá tí, sum landið avrikaði stutt í byrjanini av øldini - Lettland spældi seg til EM-endaspælið í Portugal í 2004 og hevur ikki havt nógv úrslit at vísa á seinnu árini, tó at liðið vann 1-0 á Eysturríki í Riga í seinasta dystinum í EM-undankappingini. Eins og Føroyar fekk Lettland trý stig í 10 dystum í fjør. Teir tríggir dystirnir í ár hjá Lettlandi eru allir endaði við javnleiki: Heima móti Andorra og á Malta í Nations League og í Montenegro í vinardysti mikukvøldið.

Føroyar hava ongantíð tapt móti Lettlandi. Tá Lettland vitjaði á Tórsvølli júst eitt ár eftir 2-0 dystin í Riga, vóru Føroyar leikliga omaná og høvdu nakrar stórar málmøguleikar, men tað endaði við málleysum javnleiki. Tað gekk bara eitt hálvt ár, til londini aftur spældi. Tað var í venjingardysti í Marbella (Spania), og tá var tað Alti Gregersen, ið legði Føroyar á odda eftir hálvan tíma. Tjúgu minuttir fyri leiklok skoraði Vladislavs Fjodorovs fyrsta málið nakrantíð fyri Lettland móti Føroyum.

Tað er harvið ikki nógvur munur á hesum landsliðunum, og tað kann væntast, at dysturin á Tórsvølli í annaðkvøld verður javnur. Tað er eisini tað, ið veddingarfyritøkunum. Hjá fimm av teimum stóru (Bet365, Betfair, ComeOn, NordicBet og Unitbet) gevur ein heimasigur millum 2,20 og 2,30, javnleikur millum 2,80 og 2,90 og ein sigur til Lettland 3,40 og 3,70. Harvið eru Føroyar ein lítil favorittur til Nations League-uppgerðina í annaðkvøld. Fyrsta bríksl á Tórsvølli, har 500 áskoðarar sleppa inn, veðrur klokkan 17.00.

Tilfar frá føroyska tíðindafundinum og venjing á Tórsvølli kemur seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder