Tríggir av bestu nevaleikarunum hjá Tórshavn Boksing, fara í næstum til Danmarkar at vera við í stóru altjóða boksikappingini HSK Cup í Hillerød, sum verður hildin í døgunum 11. til 13. oktober.
Við á hesi stevnuni eru boksarar úr ikki færri enn 520 boksarar meldaðir til úr 14 ymiskum londum.
Við úr Føroyum verða David Kunoy, Teitur Annand Berg og Karstin Ljósstein.
David boksar í weltervekt-flokkinum millum 63,5 og 67 kilo. Teitur boksar í lættvekt millum 57 og 60 kilo og Karstin boksar í lætt veltervekt, sum er 60 til 63,5 kilo.
David og Teitur eru elitu-boksarar og boksa tí uttan hjálm, meðan Karstin boksar U19 við hjálmi.
Allir tríggir eru teir í góðari venjing og menning í løtuni, og tað eru væntanir um at teir kunnu fáa góð úrslit í kappingini. Um tað verður til heiðursmerki, kann bara tíðin vísa.
Í fjør vóru tveir av boksarunum hjá Tórshavn Boksing við í hesi kappingini, og teir komu báðir heim við heiðursmerkjum. David Kunoy fekk gull við at vinna finaluna móti einum belgiara, meðan Andreas Dam Poulsen tapti sína finalu móti einum úr Niðurlondum, og kom sostatt heim við silvurheiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald