Berlin, Týskland (Portalurin) - Um luftin er farin eitt sindur úr føroysku HM-ballónini, so kann ein sigur í dag bøta nógv upp á tað. Føroyska U21-landsliðið hevur víst seg heilt væl fram til HM-endaspælið í Týsklandi og skal nú royna at enda kappingina væl.
Eftir fjórðingsfinalutapið fyri Serbia, kann tað helst ikki vera ein betur ella meira spennandi máti at reisa seg upp á, enn at vinna á Danmark. Hetta hevur føroyska liðið møguleika fyri at fremja fyrrapartin - fyrsta bríksl í Berlin er longu klokkan 9.
Tá liðini hittust í U20-høpi í EM-endaspælinum í fjør, vunnu Føroyar tepurt í einum ótrúligum dysti. Hetta var fyrsti dysturin hjá liðunum í EM, og hóast Føroyar ikki komu víðari tá, so var talan um nakað stórt og serstakt.
Ilt er at spáa greitt um møguleikarnar fyri endurtøku. Danmark hevur sterka hondbóltssiðvenju og er mett at vera ein favorittur hjá veddingarfyritøkum - ikki so heilt stórur - og hevur spælarar á høgum stigi. Millum annað hevur liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, Thomas Arnoldsen, víst seg heilt væl fram fyri Skanderborg Aarhus. Hann skiftir til Aalborg í summar. Arnoldsen og hinir danirnir høvdu tó ikki eina góða hálvfinalu, sum Týskland vann greitt hóskvøldið.
Nógvir føroyskir áskoðarar eru framveis í týska høvuðsstaðnum og fara at stuðla liðnum nú fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti við danir í Portugal í fjør. Føroyar vunnu 33-32 (Mynd: Harald Bjørgvin)
Tað snýr seg helst eisini um, við hvørjum hugburði liðini koma inn til Max Schmeling-høllina við. Tað er helst eisini ivi um, at bæði liðini vilja reisa seg og vinna á landinum, sum serstøk samband eru til. Hetta er møguliga meira galdandi fyri Føroyar, ið heldur ongantíð eru komnar so langt í endaspæli. Teir á føroyska liðnum vilja veruliga enda hægst gjørligt í endaspælinum. Hinvegin vilja danir løna Føroyum ósigurin í Porto í fjør aftur.
Vinnarin skal spæla um 5. plássi í morgin klokkan 11.30. Taparin spælir um 7. plássið heilt tíðliga. Møguligu mótstøðuliðini eru Kroatia og Portugal
Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn úr Berlin. Portalurin er framvegis á staðnum, og vit hava ymiskt tilfar úr høllini.
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, leygardagin 01.07
09.00: Føroyar - Danmark
Soleiðis sá tað út, tá Føroyar og Danmark hittust í U21 EM í fjør - øll málini á leinkjuni her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald