KÍ hevur enn einaferð staðfest, at felagið ikki skal undirmetast í evropeiskum høpi. Við bragdinum eftir brotssparkskapping í Göteborg í kvøld, hevur KÍ sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð spælt seg tvær ferðir víðari sama ár í Champions League. Eisini er nú greitt, at KÍ verður fyrsta føroyska umboðið í einum evropeiskum bólkaspæli.
Spurningurin er so, hvørjum bólkaspæli hetta verður í. Um KÍ tapir í 3. umfari í Champions League, er tað playoff í Europa League á skránni. Tapir man har, eitur tað bólkaspæl í Conference League frá september og til mitt í desember.
Fyrst hugsavna teir seg tó um Champions League, og har er Molde á skránni. Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad, venjarar, eru legendir í felagnum, og Vegard Forren, maðurin sum avgjørdi dystin í kvøld er eisini stórt navn í Molde. Sivert Gussiås, ið beindi bóltin í málið til 3-3 í longdu leiktíðini, er føddur í norska býnum.
Sivert Gussiås skoraði og brendi í brotssparkskappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Ein ótrúlig løta, har Vegard Forren og hinir fara yvir til KÍ-áskoðarnar eftir avgerandi skotið (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ tekur móti Molde á Tórsvølli týskvøldið 9. august - vøllurin við Djúpumýrar er ikki góðkendur til meira enn 2. umfar. Útidysturin verður eftir ætlan 16. august í Molde. Føroyameistararnir hava felt meistararnar úr Ungarn og úr Svøríki - skjótt er næsta stóra uppgávan á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald