 
                
                        
Føroyingar sleppa í morgin at royna seg í hálvfinalum í einmansleiki. Tað er greitt eftir dagsins dystir.
Bartal Poulsen vann í dag fjórðingsfinaluna 2-0 móti Albert Navarro Comes av Menorca. Rannvá D. Carlsson vann trygt 2-0 móti Chloe Le Tissier úr Guernsey meðan Gunnvá Jacobsen vann 2-1 móti Sara Jacobsen úr Grønlandi.
Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis
Jessica Li - Rannvá Djurhuus Carlsson (kl. 9 fø tíð)
Getter Saar - Gunnvá Jacobsen (kl. 9 fø tíð)
Mark Constable - Bartal Poulsen (kl. 9 fø tíð)
Blandaðir tvímansleikir eru eisini á skránni hjá badminton í morgin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/07/08/gallery-thumbnail/badmintondagur-2-15.jpg) Gunnvá Jacobsen og Rannvá D. Carlsson her í tvímansleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Gunnvá Jacobsen og Rannvá D. Carlsson her í tvímansleiki (Mynd: Sverri Egholm)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald