Fótbóltur

Skulu sita á øðrum hvørjum stóli

Áskoðarar sleppa til fótbólt um vikuskiftið, men strangar leiðreglur frá koronaráðgevingini og FSF skulu fylgjast.

Tað verður langt millum áskoðararnar tá landskappingin í fótbólti verður skotin í gongd leygardagin. Hendan myndin er frá í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður langt millum áskoðararnar tá landskappingin í fótbólti verður skotin í gongd leygardagin. Hendan myndin er frá í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-02 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eingin staðfestur positivur við korona í løtuni, men í samráð við Koronaráðgevingina hevur Fótbóltssambandið orðað leiðreglur til dystirnar í Betri deildini hjá monnum. Leiðreglurnar minna um tær, sum vórðu galdandi í fjør.

Avgerð er tikin um, at áskoðarar sleppa til dystirnar, men tað er treytað av, at koronareglurnar verða fylgdar.

Millum annað skulu áskoðararnir skipast ó bólkar á í mesta lagi 100 fólkum, og tað skal vera týðulig avmarking millum bólkarnar. Við hvørja inngongd verður ein hondspritt haldari settur.

Hesir áskoðarar skulu vera í sama bólki allan dystin, og skal hava egna inngongd, útgongd og atgongd til wc.

Sum í fjør, so verður tað eisini soleiðis, at áskoðarar sleppa at sita á øðrum hvørjum stóli, og onnur hvør rekkja er tóm.

Allar leiðreglurnar kunnu lesast á fsf.fo her

Leygardagin er fyrsti dystur í kappingarárinum tá EB/Streymur tekur ímóti ÍF klokkan 15. Sunnudagin klokkan 15 spæla HB-NSÍ, Víkingur-TB og 07 Vestur-B36, meðan dysturin á Svangaskarði millum B68 og KÍ verður floytaður í gongd klokkan 16.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder