FSF: 11. umfar verður spælt í morgin, sunnudagin 2. august, og dystirnir eru hesir:
HB-B36
Kl.12.15 á Tórsvølli
Grannauppgerðin millum havnaliðini bæði verður spennandi at fylgja av fleiri orsøkum.
Liðini hava spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum í ár, fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki, meðan HB vann seinna dystin sannførandi við tveimum málum móti ongum. Hetta var samstundis ársins fyrsti sigur hjá HB, sum eftir eina skuffandi byrjan uppá landskappingina tykist hava funnið stevið og nú hevur sníkt seg upp á triðja plássið í Betri Deildini.
Hjá B36 er støðan og søgan ein onnur. Tær byrjaðu árið við einum braki, tá tær vunnu trygt á ÍVB, men síðan tá hevur liðið bert vunnið ein sigur afturat. Møguleikin fyri at hevna tapið í seinasta dystinum er tó avgjørt til staðar í morgin, tá liðini bresta saman á Tórsvølli. Rakar B36 dagin, er stríðsvilji og disiplin teirra stóra styrki, og motivatiónin til at koppa grannunum eigur avgjørt at vera til staðar. Samstundis talar batnaða gongdin hjá HB til teirra fyrimun, og samanumtikið má tí staðfestast, at alt kann henda í slagnum um høvuðsstaðin.
KÍ-NSÍ
Kl.13 við Djúpumýru
KÍ er snøgt sagt einaráðandi í ár. Meðan øll hini liðini hava tikið stig frá hvørjum øðrum, hava tær kongabláu enn ikki mist eitt einasta stig í landskappingini. Stóra styrkin hjá KÍ er í breiddini, royndunum og vinnaramentalitetinum, sum klaksvíkingar hava uppbygt gjøgnum seinastu mongu árini á toppinum. Liðið er sterkt í øllum ketum á vøllinum, og á bonkinum hava tær eitt av sterkastu kortunum í landinum, nevniliga Rannvá B. Andreasen, sum ferð eftir ferð er komin á vøllin og blivin avgerandi leikarin hjá føroyameistarunum.
Men skal nakar arga oddaliðið í ár, so er júst NSÍ eitt gott boð. Runavíkingar spældu fult upp við KÍ stóran part av dystinum, tá liðini hittust seinast, og meðan KÍ nú má spæla uttan Eyðvør Klakstein á miðvøllinum, er Margunn Lindholm komin afturat í hópin hjá NSÍ. Harumframt hava vespurnar altíð sterkan brodd við málsøkna liðskiparanum Heidi Sevdal.
Sambært stigatalvuni er KÍ sjálvsagdur favorittur í dystinum, men NSÍ skal á ongan hátt avskrivast frammanundan.
ÍVB-EBS/Skála
Kl.13 í Fløtugerði
Hóast talan er um tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni, so liggur leikluturin sum favorittur hjá ÍVB, sum nú í seinnu hálvu hevur heimavøll í Fuglafirði. Unga EBS/Skála liðið er einsamalt við undirlutan í ár – ikki vegna manglandi evnir, men heldur vegna manglandi royndir. Royndirnar hava tær í nógv størri mun á felagsliðnum hjá ÍF, Víkingi og B68. Eisini sjálvt um fleiri sterkir leikarar eru langtíðarskaddir, so eiga tær at vinna hendan dystin á heimavølli.
Tað verður tó ikki uttan stríð, tí EBS/Skála hevur higartil í ár víst støðuga framgongd, og stríðsvilja hava tær eisini.
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ (30 stig)
2. NSÍ (15 stig)*
3. HB (12 stig)
4. B36 (10 stig)
5. ÍF/Víkingur/B68 (9 stig)*
6. EBS/Skála (4 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald