Fótbóltur

Slagið um Havnina kann gerast slagið um steypið

Liðið, sum vinnur fjórðingsfinaluna í Gundadali í kvøld, er í øllum førum stórur favorittur í kappingini. Aðrastaðni eru tó fagrir dreymar um finaludag, gull, heiður og evropeiskt pláss.

B36 og HB dystaðust um steypið í 2018. Fleiri spælarar eru eftir frá tá í feløgunum - her sæst Dan í Soylu hjá HB í nærdysti. Aftanfyri til vinstru er Eli Falkvard Nielsen og aftast til vinstru Erlendur Magnusson (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og HB dystaðust um steypið í 2018. Fleiri spælarar eru eftir frá tá í feløgunum - her sæst Dan í Soylu hjá HB í nærdysti. Aftanfyri til vinstru er Eli Falkvard Nielsen og aftast til vinstru Erlendur Magnusson (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-09 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nógv ár síðani, at kappingin um Løgmanssteypið hevur sæð so opin út, sum hon ger nú - í øllum førum í mun til annað finaluplássið. Í kvøld skal greiða fáast á, hvørji lið skulu spæla í hálvfinalunum.

Tað kann staðfestast, at vinnarin í Gundadali í kvøld eisini fer at standa við greiðum favorittleikluti í kappingini. Í áttandapartsfinalunum varpaðu B36 og HB ávíkavist KÍ og Víking út - nú skulu tey standa yvirfyri hvørjum øðrum.

Grannarnir spældu dramatiskar steypadystir í 2017 og 2018. Tað vóru ávíkavist hálvfinalur og finalu. Í báðum førum vann B36 eftir minst longda leiktíð - eftir brotsspørk í finaluni í 2018 - og í báðum førum vóru teir hvítkløddu tveir spælarar í undirtali í yvir hálvan tíma.

[object Object]
Tað vóru teir hjá B36, sum at enda kundu stórfegnast í steypafinaluni í 2018. Eli Falkvard, ið sæst ovast her, er aftur eftir leikbann í dag (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Ivasamt er, um slíkt drama verður aftur hesaferð, men lagt er í øllum førum upp til ein spennandi dyst. HB vann steypakappingina í 2020 men hevur tapt í hálvfinalunum tvey tey seinastu árini.

B36 hevur ment seg til hetta kappingarárið og bjóðaði HB av í landskappingardystinum fyrst í apríl. Teir reyð-svørtu vóru tó omaná tá - síðani hevur HB fingið nýggjan høvuðsvenjara. B36 er ofta sterkt í slíkum dystum, har tað er alt ella einki, og spurningurin er um slíkar royndir kunnu gera mun í kvøld. B36 hevur tó ikki vunnið á grannunum síðani apríl 2019.

[object Object]
HB var omaná, tá liðini hittust í landskappingardysti seinast (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin í Gundadali bryjar klokkan 18, og tað gera tann á Eiði og tann á Svangaskarði eisini. Har taka lið úr Betrideildini móti liðum úr 1. deild. Í EB/Streymi og B68 tevja tey helst møguleikan at fáa eitt heilt stórt ár í steypakappingini.

Liðini úr 1. deild hava nakrar dygdir, ið kunnu gera, at tey fara at veita liðnum úr ovaru deildini dygga mótsstøðu. Skála er eitt vælskipað lið, við monnum ið duga at gera mál burturúr ikki so nógvum - fyrrverandi B68-spælarar spæla í kvøld í gulum á Svangaskarði, NSÍ-málverjin er vanliga stinnur, og ein grannauppgerð er altíð opin. NSÍ er tó uttan leikbannaða liðformannin Betuel Hansen, sum varð útvístur fyri ljóta takkling móti HB í síðstu viku.

[object Object]
Steffan Løkin hevur her skorað fyri B68 á Svangaskarði - nú skal hann royna at gera tað fyri NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsti dysturin í dag byrjar klokkan 17. Talan er um uppgerð millum tvey lið úr Betrideildini, sum hittast á Argjum. AB er í gongd við eitt tungt kappingarár, men steypakappingin kann gerast eitt ljóspunkt. 07 Vestur var í hálvfinaluni í fjør og gjørdi vart við seg á og uttanfyri vøllin - vágamenn hava ongantíð spælt evropeiskan fótbólt. Tá liðini hittust á sama staði fyri 13 døgum síðani vann 07 Vestur 2-1.

Eftir dystirnar í kvøld - stutt eftir klokkan 20 - verður lutakast í Televarpinum um, hvussu liðini skulu spæla í hálvfinalunum. Til ber at fylgja gongdini í dystunum í kvøld á forsíðu okkara, í samstarvi við dystir.fo. Televarpið vísir eisini allar dystirnar.

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Týsdagin 9. mai

17.00: AB - 07 Vestur

18.00: 
B36 - HB
EB/Streymur - Skála
B68 - NSÍ

[object Object]
(Skýggjamynd; FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder