Fótbóltur

Sleppa ikki at gera samrøður eftir dystin

Ein umráðandi partur av okkara flutningi í sambandi við landsdystir fer at mangla eftir stórdystin í kvøld - UEFA leggur meinbogar fyri.

2021-09-04 19:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu fýra árini hava videosamrøður aftaná landsdystir verið fastur partur av okkara tíðindaflutningini, tá A-landsliðið hjá monnum hava verið. Eisini hava vit gjørt nógv við samrøður í mun til nógvan annan ítrótt.

Vit høvdu glett okkum at gera samrøður við umboð frá báðum liðum eftir stórdystin móti Danmark, men í gjár gjørdist greitt at DBU ikki fer at hava leikarar tøkar til annað uttan donsku sjónvarpsstøðurnar, sum hava rættindini til dystin og annars til stuttan tíðindafund. 

Umboð fyri Føroyar vera eisini bert tøk á tíðindafundi. Áleið 14.30 í dag, beint yvir fimm tímar fyri fyrsta bríksl í kvøld, kunnaði Fótbóltssamband Føroya føroysku miðlarnar um, at tað ikki fór at vera møguligt at gera samrøður - at hava "mix zone" - beint eftir dystin.

Bert tey sum hava keypt rættindi at vísa dystin, í hesum førum Kringarp Føroya, sleppa at gera samrøður. Júst tað at KVF kann gera samrøður, hava vit sjálvsagt einki ímóti, men vit harmast um, at vit ikki hava møguleikan - kanska serliga í kvøld, tí talan er um ein serstakan dyst.

[object Object]
Hans Erik Danielsen frá FSF varð noyddur at geva keðilig boð í dag - her til venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Miðlaovastin hjá FSF, Hans Erik Danielsen, harmast eisini. Hann hevur kunnað okkum um, at Fótbóltssambandið hevur gjørt alt, sum er gjørligt fyri, at vanligi møguleikin til samrøður er har í kvøld, og at serloyvi millum annað varð givið til dystin mikukvøldið, men hesuferð bar ikki til, hóast tað var gjørt klárt til tað, og  UEFA umboðsmaðurin á staðnum loyvir tí.

Orsøkin er, sambært UEFA, at tí tað í kvøld er fullsett á Tórsvølli, letur tað seg ikki líka væl gera at hava mixed zone sama stað, sum til dystin mikukvøldið.

Talan er um eina avgerð, sum er tikin á skrivstovuni hjá UEFA, og sum vit hava fingið at vita, so er einki at gera við tað, og harvið verða tað eingi video eftir dystin í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder