
Micheal Boolsen, fúti, hevur júst sagt í Degi & Viku, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava er sett í sóttarhald. Tað skal tað framhaldandi verða, um tað ikki fer av landinum aftur við leiguflogfarinum, ið tað kom við í gjár. Hetta hevur farsóttarnevndin avgjørt.
Harvið er greitt, at eingin Champions League-fótbóltur verður í Klaksvík morgin. Tað røkist als einki fyri, at nakar dystur kann spælast áðrenn freistina, sum UEFA hevur sett at verða fríggjadagin, og tað merkir, at alt bendir á, at KÍ skal til Sveis at spæla í 2. umfari av Champions League í komandi viku.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, segði við Degi & Viku, at endaligu boðini frá UEFA viðvíkjandi hesum vónandi komu í morginárini.
Tveir koronatilburðir í samband við hópin hjá slovakiska meistaraliðnum vórðu staðfestir í samband við kanningarnar áðrenn fráferð úr Bratislava. Ein fysioterapeutir varð testaður positivt í samband við kanningarnar, ið vórðu gjørdar á Vága Floghavn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald