Fótbóltur

Slovan Bratislava spælir ikki fleiri evropeiskar dystir í ár

Liðið sum KÍ skuldi spæla ímóti í 1. umfari í Champions League tapti í brotssparkskapping í Finnlandi í gjár. Aberdeen, ið sló NSÍ út av Europa League, spældi seg víðari í Noreg.

Korona gjørdi, at Slovan Bratislava ikki fekk spælt í Føroyum (Mynd: jn.fo)

Korona gjørdi, at Slovan Bratislava ikki fekk spælt í Føroyum (Mynd: jn.fo)

2020-09-18 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ein hendingarík vika, tá Slovan Bratislava var í Føroyum. Fyrst við einum hópi, ið endaði í sóttarhaldi, tí ein fysioterapeutur varð testaður positivt fyri koronu. Dysturin varð útsettur, og ein nýggjur hópur kom til landið, men harímillum var ein leikari, ið tvær ferðir fekk staðfest koronu í Føroyum.

Ein endalig avgerð fall ikki fyrrenn trý samdøgur eftir, at dysturin í seinna føri skuldi spælast, Slovan gjørdi sítt til fyri at fáa dystin leiktan og umboð fyri felagið hava síðani funnist at føroyskum myndugleikum, og avgerðin um at slovakiska meistaraliðið skuldi tapa 3-0 á skrivaraborðinum og fara úr Champions League varð kærd til altjóða ítróttardómstólin CAS.

Har varð ikki givið viðhald, og tað hevði heldur ikki hjálpt nakað uttan á fíggjarligu síðuni hjá Slovan, sum ístaðin skuldi spæla í 2. umfari í Europa League. Liðið vitjaði í Kuopio í gjár, har finsku meistararnir, KuPS, tóku ímóti. Har var 0-0 til tíggju minuttir vóru eftir av longdu leiktíðini. Tá legði útliðið seg á odda, men eins og B36 javnaði KuPS til 1-1 í 120 minutti. Í brotssparkskappingini var heimaliðið omaná og skoraði fýra útav sínum fimm brotsspørkum, meðan Slovan Bratislava brendi síni tvey seinastu. Harvið gjørdist evropeiska árið hjá slovakiska felagnum als ikki tað, sum tað hevði ímyndað sær áðrenn. KuPS tekur næsta hósdag ímóti litiaviska meistaraliðnum, Sudava.

Aberdeen skal til Lissabon
27. august var NSÍ fyri 6-0 ósigri á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen í 1. umfari í Europa League. Skotska felagið trekti síðani Viking og vann í gjárkvøldið 2-0 í Stavanger. Hetta merkir, at Aberdeen skal til Lissabon at spæla næsta hósdag. Har tekur Sporting CP ímóti, og hetta verður ein stórur biti.

Young Boys, ið sló KÍ út úr Champions League við 3-1 sigri í Bern 26. august, tapti 3-0 í Herning mikukvøldið, og harvið er FC Midtjylland til reiðar til Champions League-playoff - Young Boys fer yvir í Europa League.

Glentoran er úti av hesari kappingini. Norðurírska liðið vann 1-0 á HB í undanumfarinum men tapti síðani 5-1 á útivølli fyri Motherwell í umfarinum aftaná.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder