Annað

Slovenskt súkkludrama í Fraklandi

21 ára gamli Pogacar tók gulu troyggjuna frá landsmanninum Roglic.

Tadej Pogacar súkklaði skjótari enn allir, og vann sær gulu troyggjuna (Mynd: EPA)

Tadej Pogacar súkklaði skjótari enn allir, og vann sær gulu troyggjuna (Mynd: EPA)

2020-09-19 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at tað verður yngsti vinnari av Tour de France síðan 1904, sum verður kosin vinnari av Tour de France súkklukappingini, tá hon endar á Champs Elysses í Paris í morgin.

Í dag var næstseinasti teinur súkklaður. Tíðarkoyring á einum 36 kilometra longum teini, har seinasta strekkið var ein rættiliga long mótbrekka.

Kappingin í dag gjørdist eitt drama, sum ikki er sætt í Tour de France í nógv ár.

Høvuðspersónarnir koma báðir úr lítlu súkklutjóðini Slovenia.

Talan er um 30 ára gamla Primoz Roglic og 21 ára gamla Tadej Pogacar. Báðir við súkklugávum langt út yvir tað vanliga.

Roglic, ið er liðskipari á liðnum Team Jumbo-Visma, var favorittur at vinna Tour de France, og hevur koyrt í gulu leiðslutroyggjuni seinastu 11 teinarnar. Áðrenn tíðarkoyringina í dag var hann 57 sekund framman fyri landsmannin, sum koyrir fyri liðið UAE Team Emirates.

Roknað varð ikki við, at Roglic fór at missa leiðsluna í dag. Men ungi Pogacar, sum fyllir 22 ár í morgin, vildi tað øðrvísi.

Hann súklaði sum eitt ørt, og gjørdist skjótast av øllum. Á malstrikuni var hann 1 minutt 21 sekund skjótari enn tann næstskjótasti, Tom Dumoulin úr Niðurlondum, og 1 minutt og 56 sekund skjótari enn Primoz Roglic.

Harvið tók Pogacar eisini gulu leiðslutroyggjuna frá Roglic, sum nú er 59 sekund aftan fyri unga landsmannin sín áðrenn seinasta teinin til Paris í morgin.

Og ikki bara tað. Pogacar tók eisini prikkutu fjallatryggjuna, og frammanundan súkklaði hann í hvítu troyggjuni, sum merkir, at hann bestur av teimum ungu súkklarunum.

So alt bendir á, at hann før eina góða føðingardagsgávu í morgin. Tí tað er ikki vanligt, at nakað verður avgjørt viðvíkjandi samlaðu støðuni á seinasta degnum, ið vanliga er ein róligur túrur inn í Paris, har tað so verður kappast á einum rundstrekki á Champs Elysses uttan at tað fær ávirkan á samlaða úrslitið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder