Seinastu tíðina hevur Arsenal havt stórar trupulleikar við at vinna dystir. Liðið hevur ikki vunnið í eitt ár - í sjey dystir. Í gjárkvøldið tapti Arsenal fyri Frankfurt á heimavølli í Europa League og skal harvið hava stig í Belgia móti Standard Liege í seinasta umfarinum fyri at koma víðari. Í Premier League liggur Arseanl á 8. plássi við 18 stigum fyri 13 dystir.
Nógv órógv hevur verið kring liðið og venjaran Unai Emery, og í seinastu vikunum hava gitingarnar serliga snúð seg um, nær 48-ára gamli venjarin fór at fáa sekkin, og hvør avloysarin fer at verða.
Arsenal hevur í morgun kunngjørt, at Unai Emery ikki longur er venjari í felagnum. Í fráboðan frá felagnum stendur millum annað, at avgerðin er tikin orsakað av at úrslitini og avrikini ikki hava verið á tí støðinum, ið er kravt. Harvið helt avloysarin hjá Arsene Wenger bert í eitt og eitt hálvt ár.
Fyribils verður tað Frederik Ljungberg, ið skal taka yvir. 42-ára gamli sviin er als ikki ókendur í felagnum. Sum leikari umboðaði hann Arsenal í tíggju ár, har kantspælarin var við at vinna tvey meistaraheiti. Seinastu tíðina hevur Ljungberg verið í venjaratoyminum hjá Emery, og hevur eisini áður staði á odda fyri eykaliðnum.
Arsenal boðar frá, at felagið er í gongd við at leita eftir einum fulltíðar høvuðsvenjara.
The decision has been taken due to results and performances not being at the level required.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald