Hondbóltur

So fer millumumfarið í gongd

12 lið eru nú eftir í EM, og tey skulu fyrst og fremst dystast um tey fýra plássini í hálvfinaluni. Bólkurin sum er í Eysturríki leggur frá landi við trimum dystum í dag.

Joan Canellas er ein av mongu sera royndu spaniólunum, ið skal royna at føra liðið aftur til EM-finaluna (Mynd: EPA)

Joan Canellas er ein av mongu sera royndu spaniólunum, ið skal royna at føra liðið aftur til EM-finaluna (Mynd: EPA)

2020-01-16 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Luttakaratalið í EM í manshondbólti er nú farið niður í helvt. Fleiri av londunum ið eru úti, hevði ein lættliga kunnað gitt seg til áðrenn: So sum Lettland, Ukraina og Bosnia. Men tvey lond sum veruliga loypa í eyguni, ímillum tey sum ikki longur eru við, eru Danmark og Frakland. Stjórtjóðirnar í hondbólti spæla ikki nakran leiklut víðari í kappingini. 

Frakland hevur vunnið tíggju gull í teimum trimum stóru kappingunum (EM, HM og OL) hesa øldina. "Serfrøðingarnir" hava sitið á manshóndbólti, men tann tíðin er fyribils av. Frakland hevði longu útspælt sín leiklut eftir tveir dystir í Noreg (ósigrar móti Portugal og vertunum), og nú er tað skjótt eitt endaligt farvæl til Nikola Karabatic og Micheal Guigou á landsliðnum. OL-undankappingin hjá Dider Dinart og hansara monnum skal ikki miseydnast.

[object Object]Nikola Karabatic hevur allarhelst spælt sín seinasta EM-dyst nakrantíð. Komandi árini verður Sander Sagosen, ið Karabatic hevur verið liðfelagið við í París seinastu árini, allarhelst ein av teimum allarstørstu á altjóða pallinum (Mynd: EPA) 

Danmark er sum heimsmeistari við í OL í Tokoyo, og fram til tá skulu danir sleikja sárini. Í roynd og veru var Danmark eitt mál frá at koma víðari: Eitt útjavnandi mál móti Íslandi ella eitt sigursmál móti Ungarn, men í nógvum førum spældi liðið hjá Nikolaj Jakobsen langt undir støði. Danir eru í løtuni OL-meistarar, men hava ,eins og Frakland, ikki verið í EM-finaluni síðani í Herning í 2014, har Frakland skræddi liðið hjá Ulrik Wilbæk sundur. 

Jóhan fekk stóran hálvan tíma í EM og skoraði fýra mál 

Spania og Noreg. Tað eru nú favorittarnir at koma í finaluna. Tað kann væntast, at Kroatia fer at bjóða Spania av í tí helvtini av kappingini, ið er í Eysturrríki. Spurningurin er, um vertirnir fáa bjóða av í dystinum um hálvfinalupláss; til tað krevst helst ein sigur á kroatum í kvøld. Bæði liðini hava tvey stig víðari. Tað hevur Spania, sum byrjar sum risafavorittur móti Kekkia, eisini. 

Noreg hevur nú ikki heimavøllin meira, men liðið hevur spælt frálíkt higartil, og spurningurin er, um nakað av hinum liðunum í bólki 2 av álvara kann geva Sander Sagosen og co. stórar trupulleikar í Svøríki. Tað kann tó nógv henda, tí øll liðini spæla fýra dystir í millumumfarinum. Liðini spæla øll ímóti hvørjum øðrum, uttan tey ið longu hava spælt

 

Millumumfarið: 
Bólkur 1:
Kroatia 2 
Spania 2
Eysturríki 2
Kekkia 0
Týskland 0
Hvítarussland 0

Í dag: 
15.00: Spania - Kekkia
17.15: Kroatia - Eysturríki
19.30: Hvítarussland - Týskland

Dystirnir kunnu síggjast á kanalunum hjá TV2 og á Tv2 Play. Eisini ber til at stroyma dystirnar á ehftv


Bólkur 2:
Noreg 2
Slovenia 2
Ungarn 2
Ísland 0
Svøríki 0
Portugal 0

(Byrjar í morgin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder