Lagt var upp til spennandi oddauppgerð, tá NSÍ tók ímóti HB í kvøld. Í fyrra hálvleiki var tó rímiliga stórur munur á liðunum. Hóast HB hevði bóltin nakað meira, var NSÍ greitt omaná, og tað var als ikki óuppiborið, at tað var 2-0 í hálvleikinum. Heimaliðið kundi tó verið á odda við fleiri málum, tí teir í gulum og svørtum skapti nógvar vandamiklar støður, og m.a hevði Klæmint Andrasson Olsen ein risamøguleikar, ein ið liðformaðurin onkursvegna stýrdi á yvirleggjaran og ikki í málið, umframt aðrar møguleikar.
Myndir: NSÍ - HB
Klæmint hevði tó fleiri góðar atgerðir og vann brotssparkið ið gav 2-0 málið, tá 16-ára Samuel Chukwudi varð noyddur at trýsta metmálskjúttan niður, so hann ikki skoraði. Hetta var eftir, at ein sera eyðsýndur Petur Knudsen hevði sett Bartal Wardum av í vinstru í einari umstilling. Petur var ísakaldur úr ellivu metrum og sendi Teit Matras Gestsson skeivan vegin. Nummar 16 var eisini íblandaður í 1-0 málinum ein hálvan tíma frammanundan. Jann Benjaminsen, ið spældi frálíka væl á vinstra vongbakki, fann Petur í brotsteignum, Bartal og hinir í HB-verjuni vóru ov passivir, Petur slapp at venda og finna Bárð Hansen, ið setti bóltin væl inn við vinstra beinið.
Petur Reinert var ivaleysur (Mynd: Sverri Egholm)
Samuel vann nógvar nærdystir móti Klæminti, men ikki hendan (Mynd: Sverri Egholm)
Petur Knudsen var tryggur, og so kundi teir á heimaliðnum fengast (Mynd: Sverri Egholm)
Bárður Hansen var eisini eyðsýndur og skoraði fyri NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
HB hevði lítið at bjóða uppá fyri steðgin, og oddaliðið fekk als ikki spælið at hanga saman. Ein langskotsroynd frá Daniel Johansen var tann besta hjá útiliðnum í 1. hálvleiki. Liðið hjá Jens Berthel Askou var uttan miðverjarnar Delphin Tshiembe og Heðin Hansen, umframt Adrian Justinussen og hinar ið eru úti í longri tíð. Pætur Petersen noyddist eisini út við skaða í 1. hálvleiki, og leikararnir tyktust heldur moyrir í løtum.
Mads Mikkelsen fekk víst sínar dygdir, tá hann kom á vøllin í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Men tað var ikki nógv at fegnast um hjá Jens Berthel Askou og hansara monnum (Mynd: Sverri Egholm)
Breiddin á HB-liðnum manglar í løtuni, men nýggi maðurin gjørdi mun tá hann kom inn í 2. hálvleiki. Mads Mikkelsen vísti góðar taktir við bóltinum, og HB kom eisini til nakrar góðar møguleikar. Tveir teir størstu møguleikarnir fekk danin Mathias Nygaard, ið kom væl inn í brotsteigin og stútaði, men Tórður Thomsen bjargaði sera væl - serliga í fyrra førinum. 34-ára gamli málverjin hevur spælt frálíka væl seinastu dystirnar, og NSÍ hevur bert latið fýra mál inn í ár, og tað er klárt lægsta talið í Betrideildini. HB hevur latið átta mál inn, og tað er næst á listanum.
Tórður Thomsen er í gongd við eitt frálímt kappingarár - hann forðaði Mathiasi Nygaard tvær ferðir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Betuel Hansen stríddist sera hart og væl á miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
Samstarvið hjá Jann Benjamonsen og Petur Knudsen í vinstru, gjørdi tað sera trupult fyri Jógvan Róa Davidsen og HB-verjupartin sum heild (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2. hálvleiki hugsavnaðu teir á heimaliðnum seg mest um at verja, og hetta eydnaðist væl. NSÍ-leikararnir stríddust sera væl, og heimasigurin var fult uppiborin. NSÍ hevur seinastu vikurnar fingið 1-1 javnleik í Klaksvík og í Gundadali móti B36 í dystum, har liðið hjá Glenn Ståhl hevur verið greitt við undirlutan í spælinum, og hvat málmøguleikum viðvíkur. Í kvøld var tó øðrvísi, og nú eru bert tvey stig, ið skilja NSÍ og HB, og oddastríðið er vorðið meira tætt, nú teir í svørtum og reyðum ikki longur eru ósigraðir. Komandi umførini, undan stutta summarsteðginum, hava NSÍ og HB bert uppgávur móti liðum úr niðaru hálvu av stigatalvuni á skránni.
Betrideildin 9. umfar
23.06
NSÍ - HB 2-0 (2-0)
11' Bárður Jógvanson Hansen (Petur Knudsen)
41' Petur Knudsen (br. - Klæmint Andrasson Olsen)
Sí eisini:
Troest: Vóru væl fyrireikaðir
Teitur Gestsson: Slett ikki gott nokk
NSÍ (5-2-3/3-4-3): Tórður Thomsen - Bárður Jógvanson Hansen (82' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen (63' Salmundur Bech), Betuel Hansen - Búi Egilsson ('74 Aron Knudsen) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch, Dan í Soylu (62' Mads Boe Mikkelsen) - René Shaki Joensen (77' Kevin Schindler), Øssur Dalbúð, Pætur Petersen (36' Heri Hjalt Mohr)
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (20 stig)
3. KÍ (20 stig)
4. B36 (19 stig)
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Í gjár:
EB/Streymur - Víkingur 0-2 (0-0)
84' Ari Olsen 0-1
89' Jákup Johansen 0-2
Myndir: EB/Streymur - Víkingur
KÍ - Skála 3-0 (2-0)
9' Jákup Biskopstø Andreasen 1-0
41' Patrik Johannesen 2-0
46' Páll Klettskarð 3-0
ÍF - B36 0-3 (0-1)
39' Sebastian Pingel 0-1
84' Brian Jakobsen 0-2
90' Meinhard E. Olsen 0-3
Myndir: ÍF - B36
TB - AB 1-1 (1-1)
15' Nikolei Johannesen 1-0
38' Sjálvmál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald