Fótbóltur

So nær við einum stórum stigi móti Slovakia

Føroyar stóðu fyri flottum avriki móti bólkavinnarunum, men Nations League-kappingin endaði við 2-1 tapi. Avgerandi máli kom stutt eftir føroyskan samanstoyt, sum endaði við túri í sjúkrabili. Føroyar endaðu á 2. plássi.

Ásla Johannesen og hinar noyddust at taka til takkar við, at man spældi ein góðan seinast dyst móti slovakisku favorittunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen og hinar noyddust at taka til takkar við, at man spældi ein góðan seinast dyst móti slovakisku favorittunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-03 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan seinasta umfari í okkara Nations League-bólki hevði eingin skakað Slovakia. Suvereni bólkavinnarin hevði málúrtøkuna 25-0 undan dystinum á Tórsvølli, so tað sá eitt sindur tungt út hjá føroyska liðnum eftir slovakiska leiðslumálið eftir tíggju minuttir.

Føroyska liðið fall tó als ikki í fátt og fekk hinvegin skjótt gott tamarhald á dystinum. Tíggju minuttir fyri steðgin bragdaði eisini. Fyri fyrstu ferð í kappingini fór bólturin í málið hjá Slovakia. Eins og í 1-1 javnleikinum í Moldova fríggjakvøldið, var tað Ásla Johannesen, ið var køld og stóð fyri føroyska málinum.

Tað stóð eisini leingi 1-1 á máltalvuni á Tórsvølli. Í roynd og veru kundi tað eisini verið 2-1: Føroyar komu væl út til 2. hálvleik og skaptu støður og møguleikar - eins og beint fyri steðgin: Slovakia hevði bóltin meira á degnum, men Føroyar høvdu fleiri málmøguleikar.

Favorittarnir vildu tó hava fult burturúr í Føroyum og fult stigatal fyri kappingina, og í 88. minutti eydnaðist tað at fáa leiðsluna aftur. Føroyingar høvdu annars verið fyri tvær ferðir, men umvegis eitt føroyskt bein í brotsteignum, endaði bólturin hjá Ludmila Matavkova, ið takkaði fyri. Hon var júst ikki rangstødd, og avgjørdi dystin.

Hetta málið kom eftir langan steðg. Tíverri rendu Birita Ryan og Sunniva Willemoes harðliga saman í slovakiska brotsteignum í sambandi við føroyskan deyðbólt. Eftir at høvdini hjá føroysku miðverjarnir brustu saman var steðgur, sum endaði við at Birita varð leidd inn, og Sunniva varð koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar í sjúkrabili.

Vónandi er teirra støða góð eftir umstøðunum. Støðan ávirkaði føroyska liðið so og so, men tað var nær við, at Durita Hummeland javnaði í yvirtíðini, ið var ellivu minuttir. Tíggju stig í seks dystum, met fyri eina UEFA-kapping hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og eitt 2. pláss í bólkinum var endaliga úrttøkan. 

UEFA Nations League 2025 - Deild C, bólkur 1
6. og seinasta umfar - á Tórsvølli 3. juni
Føroyar - Slovakia 1-2 (1-1)
11' Patricia Hmirova 0-1
35' Ásla Johannesen 1-1
88' Ludmila Matavkova 1-2

Føroyar: (5-4-1/3-4-3): Óluva Joensen, Julia Naomi Mortensen, Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (46' Fridrikka Klementsen), Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Eyðvør Klakstein (72'), Sólja Ernsdóttir og Vár Johannesen (86') og Rakul Sørensen (92')

Venjari: Pætur Smith Clementsen

Meira um dystin sæst her

Endaliga støðan í bólkinum eftir seks umfør:
1. Slovakia 18 stig
2. Føroyar 10 stig
3. Moldova 7 stig
4. Gibraltar 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder