Fredrikstad tapti fyrsta dystin í afturvendanini í Eliteseriuni. Tað var fyri meistarunum Bodø/Glimt. Teir næstu níggju dystirnar landskappingardystirnar var føroyingafelagið ósigrað, og uppflytararnir hava blandað seg í norska oddastríðið.
Nú gekk ikki longur. Tað var tungt í Tromsø í gjár, har tað endaði 3-0. Tromsø lá niðast undan dystinum men er byrjað at koma fyri seg, og hetta var triði heimasigur á rað hjá norðurnorska felagnum.
Tromsø sat á tí og var vandameiri. Eftir 33 minuttir var 2-0, og Fredrikstad megnaði ikki at svara aftur. Sigurin varð staðfestur við brotssparki í 80. minutti.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast HER
Brandur Hendriksson spældi ein tíma í Tromsø. Jóannes Bjartalíð er framvegis skaddur.
Mikkjal Thomassen og hansara lið eru á 3. plássi. Tað eru bert trý stig upp til oddaliðið Bodø/Glimt, sum spældi javnleik á heimavølli móti Sandefjord í gjár.
Næsta uppgáva hjá Fredrikstad er á heimavølli móti Rosenborg sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald