Síðsta heyst skipaði Føroyskt Íslandsrossafelag á fyrsta sinni fyri undirvísing í tí, sum eitur Knapamerki. Tað er ein útbúgving í fimm stigum, sum støðugt verður ment á universitetinum á Hólum í Íslandi. Í Føroyum er tað Jóna Adelaide Ólavsdóttir, sum sjálv hevur útbúgving í ríðing og ríðifrálæru frá Hólum, ið hevur staðið fyri undirvísingini.
Knapamerki 1 og 2
Byrjað varð í fjør heyst við undirvísing í Knapamerki 1 og 2 samstundis. Hetta eru tey lættastu stigini, har tú lærir tað heilt grundleggjandi um ross og ríðing. Fyri at fara víðari til 3, 4 og 5, skalt tú hava lokið nr. 1 og 2, so tað var stuttligt at uppliva, at so nógv fólk meldaðu seg til undirvísingina. Bæði púra óroynd reiðfólk og eisini nógv, sum hava riðið í áravís. Luttakararnir vóru úr 12 ára aldri og upp í 50-60 ára aldur, so undirvísingin má sigast at vera viðkomandi fyri øll við áhuga fyri rossum og ríðing.
Teori og praksis
Knapi merkir reiðfólk á íslendskum og til ber at lesa meira um útbúgvingina á knapamerki.is
Aftast frá vinstru: Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal, Kristianna Jespersen, Jógvan Elias Joensen, Jacklin Durhuus, Eyðna Simonsen, Margret Rasmussen, Súsanna Trónd.
Á myndini vanta: Beinta Niclasen, Beinta Poulsdóttir Debes, Eyðrið E. Hansen, Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð, Óluva á Lofti, Rebekka Jansdóttir Simonsen, Tór
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald