Tað einasta landið, sum fyri fyrstu ferð er umboðað til eitt EM-endaspæl hjá monnum, er Georgia. Liðið fekk sítt fyrsta mál móti Turkalandi, men har endaði tað 3-1 til turkar.
Í dag eydnaðist at koma á odda móti Kekkia. Hetta var við brotssparki í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, sum Georges Mikautadze trygt umsetti til mál. Metz-áleyparin skoraði eisini málið móti Turkalandi.
Málið kom eftir eina góða georgiska løtu, men annars var Kekkia omaná í 1. hálvleiki og størsta partin av 2. hálvleiki. Tað eydnaðist tó ikki nóg væl liðnum at gagnnýta leikligu yvirvágina og mongu møguleikarnar.
Orsøkirnar vóru millum annað skeivar avgerðir og vantanti skerpni, men georgiski málverjin Giorgi Mamardashvili gjørdi eisini sítt. Valencia-málverjin gjørdi sanniliga sítt, og georgiski spælararnir stríddust ímóti til tað seinasta.
Troyttir og ikki heilt nøgdir spælarar eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
Patrik Schick hevði javnað í 59. minutti, men toppskjúttin frá seinasta EM-endaspæli og vandamiklasti kekkin aftur í dag noyddist seinni út við skaða í tjúkkanum. Kekkia megnaði ikki at avgera dystin, og so er spurningurin um Schick verður tøkur til lagnudystin móti Turkalandi mikukvøldið. Tá skal Kekkia helst vinna fyri at koma víðari.
Sama er galdandi fyri Georgia, sum hevur tyngstu uppgávuna fyri framman: Portugal. Nýggja liðið í endaspælinum kundi so at siga havt tryggjað sær plássið móti endanum í dag: Við síðsta skotinum burdi Saba Lobzhanidze skorað: Hetta var í kontraálopi, har Georgia gjørdist tríggir ímóti einum, eftir at Kekkia hevði blakað bóltin burtur. Skotið fór tó uppum, og so kastaðu flestu spælararnir seg niður á vøllin.
Bólkur F:
Turkaland 3 stig *
Portugal 3 stig *
Kekkia 1 stig
Georgia 1 stig
* Ein dyst færri
Leygardagin 22. juni
Georgia - Kekkia 1-1 (1-0)
17.00: Turkaland - Portugal (KVF/DR1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald