Hondbóltur

Søguligur sigur í Luksemburg

Tað var ikki uttan nakrar buklur í vegnum, men føroyska manslandsliðið stríddi seg til sínu fyrstu stig í einari HM-undankapping nakrantíð og fyrsta undankappingarigur nakrantíð.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-12 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var nær við, at tað rakk til stig móti Slovakia í gjár. Í dag snúði tað seg um at fáa hol á og ikki enda aftast í bólkinum. Tað sást týðiliga, at hetta var triði dystur uppá stór tvey samdøgur. Tað er í roynd og veru ótrúligt, at dystir á slíkum altjóða støði verða avgreiddir á hendan hátt, men føroyska liðið kom betri ígjøgnum tað enn mótstøðuliðið, vertirnir Luksemburg, í dag.

Myndir: Føroyar - Luksemburg

Leivur Mortensen, Hilmar Leon Jakobsen og Teis Horn Rasmussen fingu møguleikan frá byrjan í dag. Brandur Halgirsson var sjúkur í gjár; í dag var hann aftur á vøllinum. Í fyrsta álopinum skoraðu Føroyar við einum flúgvara frá Niklas Selvig til Hilmar Leon, ið vísti hvussu høgt hann kann hoppa, og hvussu væl hann kann sveima. Tað var annars eitt heldur blandað avrik frá hoyvíkinginum í dag, og flotta spælið hjá Føroyum og í dystinum sum heild helt sanniliga ikki fram eftir fyrsta málið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Hoyvíkingarnir Brandur, Hilmar Leon og Leivur (Mynd: EPA)

Fyrsta stóra korterið høvdu Føroyar fult tamarhald á og vóru eina løtu á odda 9-3. Verjan riggaði væl, Luksemburg gjørdi nógvar stórar tekniskar feilir, og okkara vóru til reiðar at revsa við fleiri mótálopum ið góvu mál. Álopsspælið kom tó ongantíð upp at sveima og steðgaði næstan heilt upp eina løtu, har nógv mistøk tíverri settu sín dám á. Bulmikli málverjin hjá Luksemburg kom í gongd, og hann helt fram at taka eftir steðgin og halda dystinum tøttum.

Tað var ikki tí, at føroyingarnir altíð avsluttaðu frálíka væl, men í nøkrum førum vístu millum annað Peter Krogh og Kjartan Johansen, ið var heilt lítið á vøllinum eftir steðgin, hegni við skotinum. Pætur Thomsen kom eisini inn og var tryggur av høgra vongi við sínum fýra skotum. Føroyar vóru á veg avstað aftur frá Luksemburg um miðjan 2. hálvleik, men so skoraði Luksemburg nøkur mál á rað og kom á javnt.

[object Object]
Pætur Thomsen var á vøllinum í 2. hálvleiki og gjørdi tað sera væl á høgra vongi. Hann varð deildur toppskjúti saman við Kjartani Johansen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Seinastu løtuna hildu føroysku leikararnir høvdið kalt. Verjan, sum í høvusheitinum spældi væl, lukkaði rímiliga væl av, og tað var ein lykil, at Nicholas Satchwell kom í gongd. Málverjin tók trý frí skot á rað, eitt brotskøst harímillum. Tað var góðskan í avgerandi løtununum, og serliga stríðsviljin og viljin til at vinna, sum at enda bar á mál, og sum gjørdi at okkara endaðu kappingina væl og vunnu sín fyrsta undankappingardyst nakrantíð og fyrstu føroysku stigini í HM-undankapping.

[object Object]
Satchwell fær eina tøkk (Mynd: Sverri Egholm)

IS[object Object]
Sonni Larsen hevur havt ein týðandi part í menningini av føroyskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Føroysku leikararnir takka áskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)


Føroyar – Luksemburg 24-22 (11-10)

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 5-2
15 min: 8-3
20 min: 9-5
25 min: 11-6
35 min: 14-13
40 min: 17-16
45 min: 19-16
50 min: 20-20
55 min: 22-20

Føroyska liðið frá byrjan og teir ið spældu mest: Nicholas Satchwell – Niklas Selvig(Pætur Thomesen í 2. hálvleiki), Teis Horn Rasmussen /Kjartan Johansen*, Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð/Jónas Gunnarson Djurhuus*, Hilmar Leon Jakobsen, Leivur Mortensen (Ròi Berg Hansen í 2. hálvleiki)

*Verju/álop

Brandur Halgirsson og Peter Krogh vóru eisini nógv á vøllinum


Málskjúttar (Mál/skot):
Kjartan Johansen 4/5 (2)
Pætur Thomsen 4/4
Peter Krogh 3/6
Hilmar Leon Jakobsen 3/6
Teis Horn Rasmussen 2/2
Niklas Selvig 2/4
Jónas Gunnarson Djurhuus 2/6
Rókur Akralíð 1/1
Brandur Halgirsson 1/2
Helgi Hildarson Hoydal 1/2
Rói Berg Hansen 1/1
Samanlagt: 24/39

Brotskøst:
Føroyar: 2/2 (Kjartan bæði)
Luksemburg: 0/2 (Eitt á yvirleggjaran – Niklas bjargar einum)

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 7/21 - 33 prosent
Tóraldur Kollsker 1/6 - 17 prosent
Eingin málverji í málinum til trý av málinum

Útvísingar:
Helgi 2
Rókur 1
Brandur 1
Teis 1
Jónas 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder