Stóra danska fótbóltsfelagið FC København hevur sagt samstarvið við norska venjaran, Ståle Solbakken upp.
Orsøkin er vandandi úrslit hesi seinastu tíðina, har liðið bert hevur fingið fýra stig í teimum fyrstu fýra dystunum í Superliguni, og ikki megnaði at spæla seg í bólkaspælið í Europa League.
- Ståle er, uttan samanmeting, tann úrslitabesti venjarin, sum FCK nakrantíð hevur havt. Vit mugu bara staðfesta, at úrslitini í 2020 ikki hava verið nøktandi. Og tí taka vit avleiðingina, sigur Bo Rygaard, sum er nevndarformaður í FC København.
Tveir fyrrverandi spælarar í felagnum, William Kvist og Hjalte Bo Nørregaard taka nú yvir sum venjarar.
Eftir fýra umfør í Superliguni, liggur FCK í løtuni á einum 9. plássi við fýra stigum.
Ståle Solbakken var venjari í FCK í 2006 til 2001, tá hann fjørdist venjari í týska felagnum 1. FC Köln, har hann var eitt kappingarár. Síðan var hann í Wolverhampton Wanderers í Onglandi áðrenn hann í 2013 kom aftur til FCK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald