Tað var stórur spenningur í umstrídda HM-vertslandinum í gjárkvøldið, tá lutur varð kastaður um, hvørji lið skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í bólkaspælinum í Katar, ið er á skránni síðst í november og fram til 2. desember.
Endaspælið, ið verður tað fyrsta av sínum slagi, sum verður í teimum báðum síðstu mánaðunum í árinum, byrjar 21. november, tá millum annað Ongland og vertirnir spæla. Katar fekk Niðurlond, Senegal og Ekvador og tey eru helst ovurfegin um, at enda í bólki A, tí Katar er greitt tað veikasta av teimum átta liðunum, ið vóru í ovasta styrkislagi - vertstjóðin er altíð í tí lagnum. Ongland skal spæla móti USA, Iran og so helst ein av sínum grannum.
Heimsmeistararnir úr Fraklandi eru eins og í 2022 í bólki saman við Danmark, har vónirnar eru høgar, og um Avstralia ella Peru koma víðari úr Play-off umfarinum, so líkist bólkurin nógv tí frá 2018, tá hesi fýra liðini vóru í bólki saman.
Áhugavert er eisini, at Brasil, Sveis og Serbia eisini vóru í bólki til seinasta HM-endaspæl - tá við Kosta Rika afturat sær.
Spania og Týskland spæla tann, á pappírinum, einasta veruliga stórdystin í bólkaspælinum og eru risafavorittar at koma víðari til áttandapartsfinalurnar úr bólki E.
Her eru bólkarnir - liðini standa í raðfylgju eftir styrkismetingini frammanundan (lag 1-4)
Bólkur A:
Katar
Niðurlond
Senegal
Ekvador
Bólkur B:
Ongland
USA
Iran
Wales/Skotland/Ukraina
Tað er ivasamt, um dysturin millum Ukraina og Skotland verður spældur, orsakað av støðuni í Ukraina. Um ikki, so verður play-off finala millum Wales og Skotland.
Bólkur C:
Argentina
Meksiko
Pólland
Saudi Arabia
Bólkur D:
Frakland
Danmark
Tunesia
Peru/Avstralia/Sameindu Emirríkini
Vinnarin av Avstralia - UAE skal spæla ímóti Peru, ið er favorittur at koma víðari.
Bólkur E:
Spania
Týskland
Japan
Kosta Rika ella Ný Sæland
Bólkur F:
Belgia
Kroatia
Marokko
Kanada
Bólkur G:
Brasil
Sveis
Serbia
Kamerun
Bólkur H:
Portugal
Uruguay
Suðurkorea
Ghana
HM 2022 koyrir fram til og við 18. desember, tá tann 22. HM-finalan verður leikt í Lusail, Katar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald