
Um eitt sindur meira enn ein tíma verður fyrsta bríksl á Wankdorf Stadium í Bern, har KÍ vitjar Bern.
Fyri fyrstu ferð spæla Odmar Færø og Heini Vatnsdal saman í miðverjuni,tá Kí spælir í einari fýra-baksketu, tó at tað ikki er óhugsandi, at KÍ kann leggja yvir til aðra leikskipan seinni í dystinum. Jesper Brinck byrjar á vinstra bakki, og skjóti og krútsterki danin fær seg harvið royndan á einum nýggjum plássið, ið hann tó helst hóskar væl til í verjustøðu.
Longur frammi sær liðið út sum vanligt, tó at Páll Klettskarð fer at fella aftur á miðvøllin, so at talan verður um eina fimm-ketu, tá KÍ stendur djúpt. Hetta kann hugsast at henda ofta í kvøld móti sera sterku mótstøðuni.
KÍ (4-5-1/4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Páll Andrasson Klettskarð, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Ole Erik Midtskogen
Bonkur: Meinhardt Joensen, Dávid Langgaard, Jonn Johannessen, Ólavur Niclassen, Børge Petersen, Boris Dosljak og Steinbjørn Olsen
Fylg við støðuni á forsíðuni. Kringvarpið vísur dystin beinleiðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald