
Tað regnar, tó ikki líka illa sum fyri løtu síðani, og tað er fitt av vindi, og tjúkt í erva. Líkindini til fótbólt eru í løtuni als ikki tey bestu á Svangaskarði, men sambært forsagnunum verður tað betri um eina løtu og burdi sum so ikki fingið nakra ávirkan á dystin.
NSÍ og Barry Town skulu dystast um pláss í 1. umfari í Europa League. Lagt er upp til ein spenanndi dyst, har mett verður at runavíkingar hava góðan møguleika at skriva søgu við at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti á fyrsta sinni.
Sambært taktisku uppstillingini hjá UEFA stendur NSÍ til at spæla í einari 4-3-3 uppstilling, men alt árið hevur Glenn Ståhl valt at spæla við trimum í miðverjuni. Tí stillar NSÍ allarhelst upp á hendan hátt:
3-5-2/5-3-2: Tórður Thomsen - Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft - Bárður Jógvansson Hansen, Jesper Christjansen, Mórits Heini Mortensen. Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen
Jákup Jakobsen skuldi verða við frá byrjan, men hann er slett ikki í hópinum. Hann fekk ein bólt í eyga í gjár, og er harvið ikki tøkur. Betuel Hansen er framvegis úti orsakað av lækrikanum, og Búi Egilsson og Pætur Hentze eru heldur ikki tøkir.
Hetta er fyrstu ferð síðani fyrst í juli, at Bárður Hansen og Petur Knudsen báðir eru í byrjanaruppstillingini hjá NSÍ, og hetta kann fáa stóran týdning.
Fylg við gongdini á forsíðuni á Portalinum. Dysturin byrjar klokkan 18.00 og kann síggjast ókeypis á R3 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald