Fótbóltur

Soleiðis stillar Víkingur upp á Svangaskarði

Lava og ungur miðverjuni eru millum aðrar í byrjanaruppstillingini hjá heimaliðinum í kvøld.

Andreas Lava Olsen er við frá byrjan fyri fyrstu ferð í Evropa í ár
(Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Lava Olsen er við frá byrjan fyri fyrstu ferð í Evropa í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-02 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur og Torpedo Kutaisi bresta um eina løtu saman á Svangaskarði. Talan er um seinna dystin í 2. undanumfarið í Evropa

Í mun til dystin í Georgia fyri viku síðani hevur Sigfríður Clementsen framt nakrar broytingar. Dennis Nieblas Moreno og Heðin Hansen eru hesaferð á bonkinum, meðan 21-ára gamli Hjalti Strømsten kemur inn í miðverjuna, og vandamikli Andreas Lava Olsen er saman við Adeshina Lawal í álopinum. 

Liðið hjá Víkingi (4-4-2 leikskipan útfrá heimasíðuni hjá UEFA): 

Elias Rasmussen - Elias J. Lervig, Atli Gregersen (L), Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar,  Karl A. Løkin, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen - Adeshina Lawal

Á bonkinum eru hesir: 

Bárður á Reynatrøð, Dennis Nieblas Moreno, Heðin Hansen, Hans Jákup Lervig, Adrian Cascaval, Pól Enok Hansen, Tonni Thomsen 

Torpedo Kutaisi vann fyrra dystin 3-0, so tað skal nógv til um føroysku meistararnir skulu koma víðari og senda meistaraliðið úr Georgia heim. Hinvegin eru útliðini fyri einum góðum úrslitið og føroyskum stigum rímiliga góð.

Fyrsta bríksl er klokkan 19.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder