Fótbóltur

Sólin skínur á nýggja leikvøllin hjá Tottenham

Liðið hjá Pochettino hevði eitt frálíkt kvøld, og City er í trupulleikum. Liverpool er á veg víðari í Champions League.

Tottenham basti City í fyrru 1/4 finaluni í kvøld við málið frá Son
(Mynd: EPA)

Tottenham basti City í fyrru 1/4 finaluni í kvøld við málið frá Son (Mynd: EPA)

2019-04-09 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland var í fokus í Champions League í kvøld, har fyrstu fjórðingsfinalurnar vórðu leiktar. Báðir dystirnir vóru í móðurlandi fótbóltsins, og trý feløg úr Premier League vóru í eldinum. Talan gjørdist um eitt spennandi kvøld í London, meðan oddaliðið í Onglandi greiddi sína skyldu í Liverpool

Í Tottenham tykjast tey ógvuliga fegin um nýggja leikvøllin og hví ikki ? Hann er stórur og snøggur, og felagið hevur fingið eitt heim aftur eftir næstan eitt ár í útlegd á Wembley. Tottenham fær eisini úrslit á "Tottenham Hotspur Stadium". Fyri einari viku síðani vann liðið týdningarmiklan sigur í Premier League á Crystal Palace, meðan úrsliti í kvøld var nakað størri.

Talan var ferðmiklan, inntensan og áhugaverdan fótbóltsdyst. Manchester City hevði bóltin meira, men Tottenham hevði fleiri málmøguleikar. Tað var leingi málleyst, men Sergio Aguero fekk ein gyltan málmøguleika í 13. minutti, tá útliðið fekk brotsspark. Men Hugo Lloris bjargaði, og syrgdi fyri at City ikki fekk nakað útivallarmál. 

Tað var nógv ljóð og spenningur kring nýggja leikvøllin, og stórar tíggju minuttir fyri tíð var eitt stórt fagnaðarbrøl, tá Tottenham legði seg á odda. Eriksen spældi bóltin innum verjuna til Son, ið helt bóltinum inni, setti Delph av, og smekkaði bóltin ígjøgnum Edersen úr stuttari frástøði. Hetta gjørdist einasta málið í London í kvøld, og harvið hevur Tottenham eitt gott útgangsstøði við til Manchester, tá liðini spæla returdyst í komandi viku - ein uppiborin sigur til Pochettino og co.

Tað neiliga hjá Tottenham í kvøld var, at Harry Kane fór út við skaða stutt inn í 2. hálvleik, og stutt fyri leiklok noyddist Alli út. Tað tyktist sum skaðar, ið kunnu halda stjørununum úti - enn einaferð - í eina tíð. 

Liverpool setti tingini uppá pláss fyri steðgin. Næstan beinanvegin sló Naby Keita til, tá miðvallarin umvegis ein Porto-leikara legði heimaliðið á odda. Tað var Roberto Firmino, sum legði upp og brasilianski áleyparin átti seinasta fótin í 2-0 málinum. Talan var um eitt eitt sera væl gjøgnumspælt og tolið álop frá liðnum hjá Klopp, ið endaði við at Trent Alexander-Arnold legði uppá tvørs til Firmino, ið bert skuldi seta fótin á. 

[object Object]
(Mynd: EPA)

Porto hevði nakrar støður í dystinum, men fekk ongantíð veruliga hótt sera góða útgangsstøði hjá teimum reyðu, sum teir taka við til Portugal í næstu viku. Liverpool liggur væl fyri til at koma í hálvfinaluna annað árið á rað. 

Í morgin eru tvær ógvuliga spennandi fjórðingsfinalurnar á skránni.

Fyrru fjórðingsfinalurnar:
Liverpool FC - FC Porto 2-0
1-0 Naby Keita
2-0 Roberto Firmino

Tottenham - Manchester City 1-0
1-0 Son Heung-min 

Í morgin: 
Ajax - Juventus
Manchester United - Barcelona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder