Fótbóltsfelagið í Vágum, 07 Vestur, hevur endurnýggja sáttmálan við ein av sínum stríðsmonnum, Sølva Egilsson.
Felagið lýsir Sølva Egilsson sum róliga kempan á liðnum hjá 07 Vestur.
- Uttan fyri vøllin er hann sum eitt lamb, men verður umskapaður til ein úlv, tá ið hann kemur á vøllin. Hann berjist fyri hvørjum tí einasta bólti, og hansara arbeiðsinnsatsur liggur ongantíð eftir, skrivar heimasíðan 07vestur.fo.
Tað var eitt sindur ógreitt, um Sølvi fór at síggjast aftur á vøllinum í ár, orsaka av at seinasta hond skal setast á læraraútbúgvingina samstundis sum familjustøðan krevur sítt. Men eins ov við Teiti Olssen, fegnast 07 Vestur um at teir vera við aftur í ár.
Sølvi Egilsson, sum fyllir 28 ár seinni í mánaðinum, hevur spælt 80 dystir í Betri deildini og 107 dystir í 1. deild, allar við 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald