B36 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við landsliðsleikaran Sonna Ragnar Nattestad.
Teir hvítu úr Gundadali spæla um eina løtu dyst við Djúpumýrar í Klaksvík móti, og Sonni Ragnar Nattestad er longu í kvøld á dómaraseðlinum hjá B36, og byrjar inni.
Í 2020 spældi høgi verjuleikarin eisini við árstalsfelagnum, men hevur síðani eisini verið í írska Dundalk eitt skifti í fjør. Í januar varð sáttmáli millum Sonna Ragnar og norska felagið Jerv kunngjørdur, men løtu seinni varð hetta tikið aftur.
Orsøkin var eitt mál, sum Sonni Ragnar hevði verið íblandaður, og sum økti til órógv millum áskoðararnar hjá Jerv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald