Í dag boðaði danska fótbóltsfelagið FC Fredericia frá, at sáttmálin hjá føroyska Sonna Ragnar Nattestad er uppsagdur. Sostatt náddi han bert at vera í felagnum í sjey mánaðar.
- Vit eru vorðnir samdir um eina uppsøgn av sáttmálanum. Tíðin hjá Sonna í felagnum hevur ikki livað upp til krøvini, hvørki hjá okkum ella honum, og tí var hetta tann rætta avgerðin, sigur Stig Pedersen, stjóri í FC Fredericia við Fredericia Dagblad.
Orsakað av nógvum skaðum, hevur Sonni Ragnar Nattestad ikki spælt so nógv fyri liðið, og tað er orsøkin til, at sáttmáli hansara varð uppsagdur.
- Eg havi ikki verið góðtrúgvin, tá tað kom til Sonna, tí eg visti 100 prosent hvat vit fingu í mun til hansara persónligheit, og tað kunnu vit sum felag væl handfara. Men tað, sum kom óvart á meg vóru skaðarnir og fysikkurin. Eg helt, at ein 24 ára gamal leikari kundi gerast klárur uppá eitt hálvt ár, men har fór eg skeivur, sigur Jonas Dal, høvuðsvenjari, sum var tann, ið upprunaliga vildi hava Sonna Ragnar til felagið.
- Sonni skal spæla fyri at vera góður. Og hjá okkum gjørdist tað soleiðis, at hann kom longur og longur burtur frá einum startplássi, tí at hinir gjørdu tað so gott. Tað endaði við nógvum góðum práti, har vit samdust um at fara hvør til sítt. Mann spælir fyri FC Fredericia, tí mann ger eitt gott arbeiði. Mann spælir ikki fyri okkum, tí mann hevur eitt navn, greiðir Jonas Dal frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald