Dagføring: Landsliðsleikarin vrakaður: Tvey ára sáttmáli millum norska felagið Jerv og Sonna Ragnar Nattestad varð kunngjørdur seinnapartin. Í kvøld boðar felagið frá, at sáttmálin verður tikin aftur.
--
Landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad spælir næsta kappingarár við norska felagnum Jerv í Grimstad.
Tað kunngerð felagið á heimasíðu sínari seinnapartin.
Enn vantar bara eitt læknakjekk, og so er alt klárt, skrivar Jerv á heimasíðuni. Jerv spældi seg upp í bestu deildina í Noreg í desember, eftir at liðið vann brotssparkskapping á Brann í upp- og niðurflytingardysti.
Sonni Ragnar Nattestad er 27 ára gamal og hevur seinastu tíðina spælt við írska liðnum Dundalk.
Sáttmálin millum 100-ára gamla norska felagið og miðvingin er galdandi í tvey ár.
Rættað: 19.32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald