Fótbóltur

Sorin skal eisini stjórna Skála komandi tvey árini

Venjarin heldur fram - um tað so verður í Betrideildini ella í 1. deild. Skála skrivar, at Sorin hevur eitt hjartað fyri at byggja nakað upp í felagnum, og vera við til at menna spælaratilfeingi sum felagið hevur.

Partarnir eru vorðnir samdir um at samstarva í 2021 og 2022 eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Partarnir eru vorðnir samdir um at samstarva í 2021 og 2022 eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-06 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. august gjørdist greitt, at Sorin Anghel skuldi standa á odda hjá Skála restina av kappingarárinum. Hetta var dagin eftir, at felagið kunngjørdi, at samstarvið við Bill McLeod Jacobsen var støðgað

Longu dagin eftir, 2. august, var heimadystur móti KÍ á skránni. Tann dysturin endaði 0-6. Síðani hevur Skála spælt eina ferð ímóti øllum liðunum, uttan móti EB/Streymi, og tvær ferðir í Runavík. Úrtøkan hesar níggju dystirnar hevur verið tvey stig. Talan hevur verið um ein javnleik á Argjum og ein 4-4 javnleik á heimavølli móti ÍF.

Hetta er ikki so nógv, og Skála hevur harðliga tørv á stigum fyri at sleppa av 10. plássinum. Tó hevur liðið sæð betri úr, og menninir hjá Sorin Anghel hava verið væl við í allarflestu dystunum. Fýra tap á rað vóru við einum máli, harav eitt móti føroyameistarunum og eitt í Sarpugerði, har Víkingur avgjørdi í yvirtíðini.

[object Object]Avgerandi dystur er fyri framman móti AB, men líkamikið hvat so heldur Sorin fram á Skála í 2021 og 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Í høvuðsheitinum er eitt nøgdsemi á Skála yvir arbeiði hjá 41-ára gamla venjaranum, og nú hava partarnar longt samstarvið. Skála kunnger í kvøld, at  Sorin Anghel her skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

- Hóast gongdin í ár ikki hevur verið til vildar, so er ongin ivi um at Sorin, saman við restini av venjaratoyminum, hevur lyft liðið og ávirkað hugburð og stríðsviljan. Sorin hevur eitt hjartað fyri at byggja nakað upp í felagnum, og vera við til at menna spælaratilfeingi sum vit hava.

Felagið vísur á Facebook-síðu sínari á, at enn er als onki avgjørt í kappingini, og at avgerandi dystur verður móti AB á Skála eftir landsliðssteðgin. Um Sorin og Skála vinna tann dystin, so er eitt stig upp til gamla felagið hjá venjaranum, ið hevur sjey stig. AB er nummar 9, og liðið sum endar har skal allarhelst spæla upp- og niðurflytignardystir móti næstfremsta besta liðnum í 1. deild. Skála hevur fýra dystir eftir. Afturat AB, er tað B36 heima og EB/Streym og TB á útivølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder