Fótbóltur

Sorl í Klaksvík

KÍ kvinnur vunnu 8-0 ímóti B36. Evy á Lakjuni skoraði heili fimm mál.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-13 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnardamur fóru í kvøld úr Klaksvík og í Gundadal við einum stórtapi í skjáttuni. KÍ vísti onga náði og vann dystin í bestu kvinnudeildini heili 8-0.

Við støðuni 3-0 í hálvleikinum sá ikki so galið út hjá B36, men í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara.

Eyðvør á Lakjuni gjørdist stóra hetjan hjá klaksvíkingum við heili fimm málum. Hinum trimum málunum tóku Tóra Mohr, Durita Hummeland og Malena Olsen sær av.

Dysturin varð stroymdur á Rás1 hjá Televarpinum. Síðsta málið í dystinum sæst niðanfyri:

KÍ er fremst í deildini við 29 stigum. EBS/Skála er á øðrum plássi við 24 stigum, og NSÍ hevur 23 stig og liggur á triðja plássi.

B36 verður verandi á sætta plássi við 16 stigum.

KÍ - B36 kvinnur 8-0 (3-0)
24’ Evy á Lakjuni 1-0
29’ Tóra Mohr 2-0
38’ Evy á Lakjuni 3-0
65’ Evy á Lakjuni 4-0
66’ Durita Hummeland 5-0
75’ Evy á Lakjuni 6-0
78’ Evy á Lakjuni 7-0
89’ Malena Olsen 8-0

Dystir í morgin

Víkingur - EBS/Skála (14:00 Uppi í brekkum, Leirvík)
NSÍ - 07 Vestur (14:45 við Løkin, Runavík)
HB - AB/B71 (15:00 Ovari vøllur, Tórshavn)

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 29 stig (13 dystir)
2. EBS/Skála 24 stig (12 dystir)
3. NSÍ 23 stig (12 dystir)
4. HB 18 stig (12 dystir)
5. Víkingur 17 stig (11 dystir)
6. B36 16 stig (13 dystir)
7. 07 Vestur 9 stig (11 dystir)
8. AB/B71 0 stig (12 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder