H71-menninir, sum í EHF Europa Cup-kappingini skulu spæla ímóti serbiska RK Partizan, skulu spæla báðar dystirnar í Beograd. Fyrri dysturin verður fríggjadagin 4. november, og tann seinni verður sunnudagin 6. november.
Tað boðar H71 frá í tíðindaskrivi í dag.
Simon Olsen, høvuðsvenjari hjá H71-monnunum sigur, at tað er eingin ivi um, at teir kunnu vænta sær eina torføra uppgávu.
– Vit skulu royna okkum ímóti einum sterkum serbiskum liði. Hetta verða tveir truplir dystir, har teir sjálvandi hava fyrimunin av at spæla báðar á sínum heimavølli, sigur hann og leggur afturat, at tey sjálvandi fara eftir at sleppa víðari til annað umfar.
– Fyri okkara part fara vit at leggja størsta dentin á at leggja eitt gott avrik eftir okkum. Nú hava vit tvær ferðir verið við áður, og eisini hesa triðju ferðina halda vit fast í dreymin um at røkka annað umfar.
Liðið er nógv broytt í mun til seinasta kappingarár, tí fleiri spælarar eru farnir uttanlands at royna seg, men venjarin er vónríkur, tí hann heldur seg hava sæð góðar ábendingar í teimum trimum dystunum í landskappingini higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald