Leygarkvøldið 20. november verður søga skrivað í Hoyvík, tá kvinnurnar hjá H71 taka ímóti mótstøðuliði úr Sveis í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini.
Í oktober spældu H71-kvinnurnar fyri fyrstu ferð evropeiskar dystir, men tað var í Høllini á Hálsi. Nú verður tað vanligi heimavøllurin hjá H71, ið verður karmur um slíka uppgerð. Hesum boðar H71 frá í dag
Í umfarinum frammanundan vann H71 við heili 25 málum samanlagt á norðurmakedonska WHC Cair. Eins og tá, verða báðir dystirnir leiktir í Føroyum. Í hesum førinum verður tað 20. og 21. november í Hoyvík, har byrjað verður klokkan 18
- Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum eitur Spono Eagles, er – akkurát sum H71 – stovnað í 1971, og hevur vunnið sveitsisku landskappingina fýra ferðir og steypakappingina tríggjar ferðir
Hoyvíkskvinnur skulu hesuferð stríðast um at koma víðari í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm)
H71 vann grundspælið hjá kvinnum í fjør men endaði við bronsuni. Liðið hjá Inga Olsen gjørdist tó steypavinnari. Í løtuni eru hoyvíkskvinnur nummar tvey í SMS-deildini, har tær ikki hava tapt ein dyst, og tær hava júst vunnið trygt á oddaliðnum, Kyndli
Leygardagin 20. november frá klokkan 16.30 verður skipað fyri upphiting, so øll eru til reiðar at taka á við okkara kvinnum, skrivar h71.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald