Fótbóltur

Spæla fyri lívinum á Argjum

AB og Skála hava framvegis 12 dystir eftir, men uppgerðin í kvøld kann gera munin. Serliga er tað Skála, ið hevur knívin á barkanum, men týdningamiklir leikarar mangla hjá botnproppinum - liðnum hjá Sorini Anghel.

AB og Skála eru ávíkavist á 9. og 10. plássi í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB og Skála eru ávíkavist á 9. og 10. plássi í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-07 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann umboðaði AB í nøkur ár sum leikari, áðrenn hann gjørdist leikandi hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze í Víkingi og vann tvey FM har. Í 2018 vendi maðurin, sum upprunaliga er frá Rumenia, aftur til Argir. Har stóð hann á odda fyri uppflytaranum og við sera avmarkaðum tilfeingi, helt AB sær uppi - ein 2-0 sigur á Eiði gjørdist á seinasta leikdegi gjørdist avgerðandi. Í fjør endaði liðið nummar sjey, men sera nógvir leikarar fóru burturav í vetur, og beint eftir at kappingin upprunaliga skuldi byrja steðgaði samstarvið millum Sorin Anghel og AB.

[object Object]
Sorin, meðan hann stóð á odda fyri AB (Mynd: Sverri Egholm)

Nú er Sorin aftur á Argjum. Hesaferð til botnbrak við sínum nýggja liði, ið 41-ára gamli venjarin skal royna at bjarga frá niðurflyting. Tað sær als ikki gott út hjá Skála, ið eisini misti nógvar leikarar í vetur. Liðið av vestara armi av Skálafjørðinum hevur bert eitt stig, hevur latið flesti mál inn (heili 47) og skorað fægst mál (bert átta). Einasta stigið kom til høldar í heimadystinum móti júst AB í 4. umfari. AB hevur spælt seks javnleikir í ár men hevur framvegis sín fyrsta sigur til góðar. 

[object Object]
Liðini spældu 1-1 javnleik á Skála 27. mai - Pætur Dam Jacobsen, ið sæst her jagstra fyrrverandi liðfelagan, Janus Svabo Samuelsen, hevur leikbann í kvøld.

Í kvøld er møguleikin - á heimavølli móti botnproppinum - og AB kann av álvara leggja sjógv ímillum seg og aftasta plássi, ið er tað einasta, ið hevur við sær beinleiðis niðurflyting til 1. deild. Hjá AB var tað ein smeitur í heimadystinum móti TB sunnudagin, at belgiski miðvallarin, Jesper van der Heyden, noyddist út við skaða. Hann er ivasamur til uppgerðina í kvøld. Eftir dystin sunnudagin tosaði Portalurin við Símun Samuelsen, venjara hjá AB. Hann segði millum annað, at AB var á veg rætta vegin, og at dysturin móti Skála er ein dystur, har liðið avgjørt skal fara út eftir sigrinum.

Les eisini: - Vit fáa ikki tað burturúr sum skal til

Um Skála í kvøld fær sín fyrsta sigur í ár, flytur tað nógv, tí so er liðið beint í hølinum á AB og TB. Liðið noyðist tó at spæla uttan leikbannaða liðformannin Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein, sum hevur spælt 13 dystir í ár, og áleyparan Aksel Bjartalíð Danielsen. 

Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 19.00. Vit dagføra frá dystinum og hava myndir og dystarfrásøgn. 


Betrideildin 15. (upprunaliga 17) umfar


Fríggjadagin 07.08
19.00: AB - Skála
 

Úrsltini í gjár:

ÍF - NSÍ 0-1 (0-1)
30' Jesper Christjansen 0-1

Myndir: ÍF - NSÍ
         
B36 - TB 4-1 (1-1)
16' Benjamin Heinesen 1-0
25' Poul Ingason 1-1
58' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
65' Stefan Radosavljevic 3-1
89' Stefan Radosavljevic 4-1

Myndir: B36 - TB

Víkingur - HB 1-3 (0-1)
20' Pætur Petersen 0-1
78' Hilmar Leon Jakobsen 0-2
81' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-2
85' Mikkel Dahl 1-3

Myndir: Víkingur - HB

EB/Streymur - KÍ 0-7 (0-3)
11' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
27' Patrik Johannesen 0-2
37' Deni Pavlovic 0-3
66' Jóannes Kalsø Danielsen 0-4
70' Jonn Johannessen 0-5
71' Jonn Johannessen 0-6
89' Jóannes Bjartalíð 0-7


Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir) 
2. KÍ 38 stig (16 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (16 dystir) 
5. Víkingur 23 stig (15 dystir) 
6. ÍF 20 stig (15 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir) 
8. TB 7 stig (15 dystir) 
9. AB 6 stig (15 dystir) 
10. Skála 1 stig (15 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder