Í gjár vandi A-landsliðið hjá monnum í Hoyvíkshøllini, umframt at testir saman við fysiska venjaranum, Hera Ziska. Millum aðrar manglaðu leikararnir ið spæla í Noreg orsakað av sóttarhaldi, men liðið er av álvara byrjað uppá fyrireikingarnar til báðar EM-undandystirnar móti Kekkia.
Dystirnir verða teir fyrstu í undankappingini til EM-endaspælið í 2022. Teir skuldu upprunaliga verða leiktur fyrst í november, men koronastøðan og koronareglurnar í Kekkia forðaðu fyri tí.
Mynd: Hondbóltssambd Føroya
Dystirnir eru lagdir til 6. januar í Føroyum og 9. januar í Kekkia. Tað vil siga, at um alt gongst eftir ætlan, so vitjar kekkiska liðið, ið skal til HM-endaspælið í Egyptalandi seinni í januar mánaði, í Føroyum um tvær vikur.
Hondbóltssambandið hevur fingið undantaksloyvi til at hýsa dystinum í Høllini á Hálsi. Tað er tó framvegis óvist, um áskoðarar sleppa til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald