Fyrireikingarnar til EM-endaspælið er av álvara farið í gongd, og eftir nógvar venjingar saman í Føroyum gongur leiðin í morginárini til Reykjavíkar, har manslandsliðið skal spæla tveir fyrireikingardystir móti Íslandi.
Kringvarpið vísir dystirnar, ávikavist á netinum fríggjadagin og í sjónvarpinum leygardagin. Í morgin, 3. november, byrjar dysturin klokkan 19.30. Seinni dysturin verður leygardagin 4. november klokkan 17.30.
Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík. Ísland fyrireikar seg eisini til EM og møta teir við sterkastu manning.
Kelda: Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald