Fótbóltur

Spæla móti Ungarn í morgin

Føroyska kvinnulandsliðið hevur seinastu dagarnar fyrireika seg til HM-undankappingardystin í 6. umfari í bólkinum. Ungarn vann 7-1 á Tórsvølli í fjør.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-04-07 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar komu longu á odda í 8. minutti eftir ein deyðbólt, og leiðslan helt í 14 minuttir eftir leiðslumálið, ið Lea Lisberg skoraði.

Síðani gekk heilt galið, og í steðginum var støðan 1-5. Tá samanumkom var munurin seks mál, og føroysku kvinnurnar skulu í Ungarn royna at fáa eitt betri úrslit.

Hetta verður fyrstu dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í ár. Í heyst standa heimadystir móti Ukraina og Skotlandi at vera á skránni - teir báðir seinastu í undankappingini - tó at tað helst er nakað ivasamt, hvussu verður við framhaldandi luttøkuni hjá Ukraina.

Fyrsta bríksl í morgin, fríggjadagin 8. apríl, er klokkan 16.30 føroyska tíð.

Hópurin, sum er í Ungarn:
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Norra)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder