Kvinnulandsliðið setur hol á nýggja árið við einari venjingarlegu í Marbella í Spania 13.-21. februar, og í hesum sambandi er millum annað dystur móti Gibraltar á skránni.
- Gibraltar hevur tikið stór fet á kvinnusíðuni seinastu árini, men liðið hevur enn ikki tikið lut í undankappingunum til EM og HM. Dysturin móti Føroyum er tí eitt tekin um, at gibraltarar ætla meira við sínum kvinnum og helst eisini skjótt vera at síggja í stóru undankappingunum.
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, nú føroyska kvinnulandsliðið á fyrsta sinni skal spæla ímóti Gibraltar.
Dysturin móti Gibraltar verður spældur á Victoria Stadium sunnudagin 20. februar, men tríggjar dagar áðrenn skulu kvinnurnar spæla ein annan vinardyst á Marbella. Kunnað verður nærri um mótstøðuna hósdagin 17. februar seinni, skrivar fsf.fo.
Føroyar skulu í 2020 eisini spæla tríggjar teir síðstu dystirnar í HM-undankappingini, tveir venjingardystir móti Norðurmakedónia í summar, umframt Baltic Cup í Estlandi í otktober.
Skráin hjá kvinnulandsliðnum í 2022 sær fyribils soleiðis út:
13.-21. februar: Venjingarlega í Marbella við tveimum vinardystum
8. apríl: Ungarn – Føroyar, HM undankapping
20.-28. juni: Norðurmakedónia – Føroyar, tveir venjingardystir
2. september: Føroyar – Ukraina, HM undankapping
6. september: Føroyar – Skotland, HM undankapping
3.-11. oktober: Baltic Cup í Estlandi
A-landsliðið hjá monnum skal sum skilst eisini spæla venjingardyst móti Gibraltar, umframt móti Liktenstein. Tað verður í mars. Nations League byrjar í juni við heili fýra dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald