Hondbóltur

Spæla um steyp og 10.000 krónur um vikuskiftið

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hálvfinalurnar verða leiktar á Skála fríggjakvøldið og finalan á bláum gólvi á Hálsi leygardagin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-15 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hetta verður bert galdandi fyri niðara bólkin hjá kvinnum í ár, hareftir leisturin verður eftirmettur á komandi limafundi.

Feløgini koma sostatt at spæla hálvfinalur á Skála fríggjakvøldið, og vinnararnir spæla síðani finalu á bláa gólvinum í Høllini á Hálsi leygardagin klokkan 15.30.

Á Skála – Fríggjadagin 18. mars
kl. 18.00 StÍF – H71 2
kl. 20.00 VB – EB

Á Hálsi – Leygardagin 19. mars
kl. 15.30 Vinnari av hálvfinalu 1 – vinnari av hálvfinalu 2

Vinnarin av finaluni vinnur steyp og ein kekk áljóðandi 10.000 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder