Hondbóltur

Spæla uttan áskoðarar til og við 3. januar

Í sambandi við barnakappingar og ungdómsdystir verður heitt á feløgini at hugsa um, at so fá fólk sum møguligt ferðast við liðunum, og at skifti- og uppihaldsumstøðurnar eru í lagi.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-12-16 18:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Almennu myndugleikarnir hava boðað frá, at fyri at fyribyrgja korona smittuspjaðing skulu øll ítróttatiltøk vera uttan áskoðarar til og við 3. januar. Sostatt skulu allir hondbóltsdystir spælast uttan áskoðarar til og við ásettu dagfesting.

Í sambandi við barnakappingar og ungdómsdystir verður tískil heitt á feløgini at hugsa um, at ikki verða fleiri enn neyðugt av foreldrum ferðast við barnaliðum, hetta útyvir venjarar og hjálparfólk. Somuleiðis at feløgini vanda sær um, hvussu tey skipa seg í mun til skiftingarrúm og uppihaldsrúm annars.

Víst verður annars til almennu korona-tilmælini og undanfarnu fráboðanir HSF´s í hesum sambandi.

Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder