Hondbóltur

Spenningur í høllini á Hálsi

Væntanir um gott úrslit í kvøld.

2021-03-14 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um eina løtu – klokkan 18 – verður spennandi EM-undandysturin í hondbólti fyri menn millum Føroyar og Ukreina bríkslaður ígongd í ítróttarhøllini á Hálsi.

Føroysku menninir skulu í kvøld spæla triðja dystin upp á fimm dagar. Og hóast Føroyar taptu fyrsta dystin í Kiev móti Ukreina mikukvøldi og eisini næsta dystin, sum var móti Kekkia í Brno fríggjakvøldið, so eru ávísar vónir til dystin í kvøld.

Deils tí Ukreina ikki er eitt ræðandi sterkt lið – Føroyar taptu ikki so nógv á útivølli.

Og deils eisini tí vit nú eru á heimavølli. Við áskoðarafjøld – eini rópandi heimaáskoðarafjøld. Hinir dystirnir vórðu spældir uttan áskoðarar.

Og so eru stórar væntanir eisini til blaðunga Elias Ellefsen á Skipagøtu úr Hoyvík, sum er eitt hondbóltstalent yvir tað vanliga.

So góður, at svenska stórliðið, Säfehof, úr Göteborg hevur fingið fatur í honum, og Elias hevur longu spælt fleiri góðar dystir fyri svenska liðið, sum liggur á odda í svensku kappingini.

Harvið er Eliast eisini í dystarvenjing – mótsatt til føroysku leikararnir í Noregi, sum ikki hava spælt dyst fyri heimalið sítt í longri tíð.

Eliast byrjar ikki inni, nú dysturin fer í gongd. Teir, ið byrja inni fyri Føroyar er Tórur Guttesen í málinum. Úti eru Rói Berg Hansen, Peter Krogh, Jónas G. Djurhuus, Helgi Hoydal, Kjartan Johansen og Hákun W. av Teigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder