FSF: Tveir dystir vórðu spældir í Betri Deildini hjá kvinnum í gjárkvøldið, og úrslitini hava bara gjørt endaspurtin í landskappingini enn meira spennandi.
NSÍ – B36 0-1
Í Runavík skuldi heimaliðið reisa seg eftir ósigurin móti júst B36 í Gundadali farna leygardag, men havnarkvinnur vildu tað øðrvísi aftur í gjárkvøldið.
Gestirnir komu betur frá byrjan og løgdu trýst á NSÍ fyrstu løtuna av dystinum. Eftir eina løtu fekk heimaliðið flutt spælið longur fram á vøllin, og sum heild leikaði rímiliga javnt á, hóast málmøguleikarnir hjá B36 vóru eitt vet størri.
Tað sá tó leingi út til at gerast ein málleysur dystur, har tað tiltikna seinasta manglaði í frammanfyri bæði málini. Men so, í 72. minutti, fekk B36 horna í vinstru síðu. Innleggið lá væl inni í brotsteignum, har liðskiparin Olga Kristina Hansen stakk upp og stútaði sigursmálið.
B36 hevði eisini hendinga møguleika fyri at økja um leiðsluna, men seinastu løtuna stóð NSÍ fyri øllum. Ferð eftir ferð lógu tær gulu framvið, men alt uttan úrslit. B36 vann sostatt sín triðja sigur á rað, og er nú í grótharðari kapping við NSÍ og grannarnar úr HB um heiðursmerkini. NSÍ er nú á triðja plássi, bert eitt stig frammanfyri B36.
HB – ÍVB 2-0
Á Tórsvølli helt HB fram, har tær sleptu, tá tær leygardagin vunnu á ÍVB í Fuglafirði. Dysturin endaði 2-0 til HB. Kára Djurhuus, sum tykist vera í einum góðum stima í løtuni, legði heimaliðið á odda seint í fyrra hálvleiki við sínum sjeynda máli í ár.
Í 57. minutti slóg liðskiparin Elin Maria Isaksen sigurin fastan, tá hon umsetti brotsspark til mál. Við sigrinum hevur HB yvirtikið annaðplássið frá runavíkingum. Liðini eru nú jøvn í stigum, men HB hevur betri málúrtøku, men hevur samstundis eisini spælt ein dyst fleiri enn NSÍ.
Spenningurin um heiðursmerkini er sostatt í hæddini, tí heili fýra lið kappast um silvurið og bronsuna. HB hevur ein dyst eftir, hann er á heimavølli móti EBS/Skála, meðan NSÍ og ÍVB hava tveir dystir sínamillum eftir at spæla. B36 manglar somuleiðis tveir dystir, tær spæla fyrst á útivølli móti EBS/Skála, og enda kappingarárið á heimavølli móti KÍ.
Støðan
1. KÍ (53 stig)
2. HB (24 stig)
3. NSÍ (24 stig
4. B36 (20 stig)
5. ÍF/Víkingur/B68 (19 stig)
6. EBS/Skála (10 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald