Tað var á fundi við Tórshavnar kommunu og FSF í gjár, at høvuðsvenjararnir hjá bestu mansliðunum hjá B36 og HB gjørdu greitt, at teir ikki vildu nýta nyggja graslíki á Ovara Vølli, tí tað snøgt sagt ikki kann brúkast. Jákup á Borg og Jens Berthel Askou vístu millum annað, at grasið er sera hart, og hetta ger, at bólturin ferðast heilt óvanligt.
Les eisini: Nýggja graslíkið kann ikki brúkast
Ynskt verður at nýta Tórsvøll til at spæla dystir og at venja so nógv sum gjørligt á. Sum skilst ganga tað í øllum førum tríggjir mánaðir, til graslíkið hevur "lagt seg" ordliga, men tað kunnu eisini ganga heilt upp til tvey ár.
Hetta er ein keðilig støða fyri fótbóltin í Tórshavn, tí so nógv skulu nýta Ovara Vøll dagliga. Niðari vøllur er ikki í fullum líki, so í Gundadali er annars bert Tórsvøllur tøkur til dystir á fullum vølli, men í samband við evropeiskar dystir og landsdystir er hann ikki tøkur í nakrar dagar - B36 og KÍ skulu í næstum spæla Europa League á Tórsvølli, og A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tveir dystir.
Altjóða kanningarstovan SportLabs er einaferð um árið og kannar graslíkisvallir, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu, sigur við Kringvarpið, at eitt umboð fyri kanningarstovuna verður í Føroyum seinni í hesum mánaðinum. Seinni í dag skal kommunan á fund við veitaran, sum er Laiderz úr Danmark.
Hoyr samrøðuna við Sigurð Ó. Vang, umframt samrøðu við Jákup Mørk úr B36, her
Fótbóltur
SportLabs skal kanna nýggja graslíki á ovara vølli
Umboð fyri kanningarstovuna koma til landið seinni í mánaðinum. Tórshavnar kommuna skal hava fund við veitaran í dag, og greiða skal fáast á, hvat næsta stigið er. Sum støðan er nú, kann graslíki ikki nýtast til dystir.
Mynd: Sverri Egholm
2020-09-10 14:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald