Fótbóltur

Staðfest: Petur Knudsen spælir ikki móti Víkingi sunnudagin

FSF hevur ikki heimild at viðgerða málið, tí talan var um eitt seinna gula kort, sum NSÍ royndi at kæra um. - Tað er ógvuliga óheppið, at slík dómaravgerð kostar lyklaspælara ein dyst, og vónandi hyggja dómararnir og FSF eisini inneftir, sigur NSÍ-formaðurin.

Liðskiparin hjá NSÍ og toppskjúttin í deildini, í miðjuni her, noyðist at hyggja at sunnudagin, tí hann hevur leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

Liðskiparin hjá NSÍ og toppskjúttin í deildini, í miðjuni her, noyðist at hyggja at sunnudagin, tí hann hevur leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-11 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit kenna okkum órættvíst dømdar av dómaranum. Og efturfylgjandi kunnu øll síggja, at tað er soleiðis. Eg veit ikki, hvat skal man siga um hetta, men í stuttum vóni eg, at dómararnir læra líka nógv sum vit av hesum. Hetta er bara ikki okey.

Soleiðis sigur Karstin Joensen í samrøðu við Kringvarpið í dag. Hetta í sambandi við, at ætlaða kæran hjá NSÍ av seinna gula kortinum hjá Peturi Knudsen móti AB í síðsta umfari, varð víst aftur. FSF hevur ikki heimild at viðgerða hetta, tá talan er um seinna gula kort heldur enn beineliðis reytt kort, staðfesti Kristin Dam Ziska.

- Tær avgerðirnar, sum dómarin tekur í mun til ávaringarnar, eru endaligar. Einasta føri har broytingar kunnu gerast, er um talan um skeiva spælaran sum hevur fingið gult kort. Og í hesum døminum er eingin ivi, sigur FSF-aðalskrivarin við KVF.

Tað var seint í dystinum móti AB áðrenn steypafinalusteðgin, at dómarin Heini Viðoy metti, at Petur Knudsen lat seg detta ov lætt fyri at royna at vinna fríspark í nærdysti við Jimmy Abdul. Tá var 3-1 til NSÍ - Petur Knudsen hevði stutt frammanundan fingið gult kort fyri kjaftaslit.

- - Tað fyrra gula kortið er í lagi. Eg standi tætt við dómaran og rópi kanska eitt sidnur hart - eg veit at tað er gult kort, og hatta eigi eg ikki at gera. Tað seinna tími eg ikki at viðmerkja so nógv, men eg haldi at øll síggja tað: Um man hyggur eftir tí aftur, so sær man, at tað er AB-spælarin, sum eigur gult kort. So eg rokni við, at NSÍ fer at gera nakað við tað, og at okkurt kemur burturúr úr tí. Tað er tað einasta, eg havi at siga um tað, var viðmerkingin hjá Petur Knudsen í viðtalu við FM1 eftir dystin.

Sí eisini: Absurd um eg ikki sleppi at spæla móti Víkingi

Fótbóltssambandið fær, sambærti Kristini Dam Ziska, ikki tikið klaguna víðari, og harvið stendur leikbannið við. Nakað sum sjálvandi iðrar NSÍ-formannin:

- Tað er ógvuliga óheppið, at slík dómaravgerð kostar lyklaspælara ein dyst, og vónandi hyggja dómararnir og FSF eisini inneftir í slíkum førum, eins og vit onnur skulu gera. Her er vónandi okkurt at læra av, staðfestir Karstin Joensen.

[object Object]
NSÍ-formaðurin vísir sína ónøgd í útsøgnum í Kringvarpinum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ er oddalið í Meistaradeildini, nú seks umfør eru eftir. Trý stig eru niður til KÍ á 2. plássi. Sunnudagin klokkan 17.15 vitja steypavinnararnir við Løkin - og eingin Petur Knudsen á vøllinum.

[object Object]

Støðan í oddinum í løtuni

FM1 fer at siga frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder