Fótbóltur

Ståle móti Solskjær í Köln

Manchester United er risafavorittur móti FCK í kvøld. Hin fjórðingsfinalan í Europa League, sum er á skránni, verður leikt millum Inter Bayer Leverkusen.

FCK skal royna at fremja bragdið og spæla seg í hálvfinaluna í Europa League (Mynd: EPA)

FCK skal royna at fremja bragdið og spæla seg í hálvfinaluna í Europa League (Mynd: EPA)

2020-08-10 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið vann FCK sannførandi 3-0 á turkiska meistaraliðnum, Istanbul Basaksehir, í tómu Parkini. Harvið fór danska høvuðstaðarfelagið víðari. Seinni sama kvøld gjørdi United arbeiði liðugt móti Linz (7-1 samanlagt), og í kvøld bresta liðini hjá norðmonnunum Ståle Solbakken og Ole Gunnar Solskjær saman.

Les eisini: FCK og Manchester United hittast í fjórðingsfinaluni

Teir hava verið liðfelagar á norska landsliðnum. Nú skal Ståle royna at fremja bragdið við FCK, sum ongantíð er komið so langt í einari evropeiskari kapping. Fyrimunurin hjá leyvunum er, at talan er um ein einstakan dyst á uttanveltaðum vølli - á RheinEnergieStadion í  Köln. Ståle Solbakken fór í 2011 úr FCK til júst FC  Köln, men uppihaldið sum venjari har vardi ikki leingi. 

[object Object]
52-ára gamli Solbaken undir dystinum móti Basaksehir (Mynd: EPA)

[object Object]
Landsmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, hevur havt nógva viðgongd síðani februar (Mynd: EPA) 

Ein sigur til FCK gevur hjá fleiri veddingarfyritøkum pengarnar 15 ferðir ella fleiri aftur, og danska felagið er tað av teimum átta, ið eru eftir, sum sambært veddingarfyritøkum hevur greitt minst møguleika at vinna Europa League.

Manchester United er størsti favoritturin at vinna kappinga í løtuni, og í stórfelagunum hungra teir eftir fyrsta steypinum í trý ár. Tá var tað júst Europa League-steypið, sum kom í hús.

[object Object]


Tað vóru serliga Jonas Wind og Rasmus Falk, ið vóru í hopla í Parkini mikukvøldið, men hendan uppgávan verður nakað størri (Mynd: EPA)

[object Object]Bruno Fernandes er toppskjútti í Europa League - hann hevur skorað fimm av seks málunum við Sporting, men hevur samlað gjørt stóran mun fyri United síðani skiftið í januar (Mynd: EPA)

Inter er tað liðið, ið aftaná United verður mett, at hava best møguleika at vinna kappingina. Í kvøld spælir liðið hjá Conte í Düsseldorf móti Leverkusen, ið harvið ikki skal úr landinum fyri at spæla á uttanveltaðum vølli. Talan kann gerast um ein sera spennandi dyst.

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 og skulu avgerast í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder